Løgmaður hevur í sínari løgmansrøðu - og her kenna vit framferðina hjá varaløgmanni aftur - víst ein óvanligan mangul uppá sjálvkritikk í fullveldismálinum. Alt var eftir øllum at døma fullkomið frá føroyskari síðu, og danskarar høvdu allan feilin av, at man ongan veg er komin við fullveldisleistinum hjá Tjóðveldinum.
Væl vita vit, at Nyrup stjórnin langt frá altíð er tann lagaligasta at fáast við, men at teir ferð eftir ferð hava brotið avtalur og ikki fylgja vanligum samráðingarreglum, eru ikki sakligir pástandir. Um løgmaður sipar til avtaluna um, at man skal miða móti einum sjálvberandi búskapi í Føroyum, so er tað undrunarvert og ikki sørt ódámligt, at eingin embætismaður ella serfrøðingur annars tekur sær stundir at greiða løgmanni frá, hvat sjálvberandi merkir. Er tað veruliga so, at eingin torir at tala ímóti? Portugal hevur ein sjálvberandi búskap. Livistøðið er gamaní lægri enn í Føroyum við ella uttan blokk, men eingin skal siga, at hann ikki er sjálvberandi. Um føroyski búskapurin knappliga hevur 1,4 milliard meira í útreiðslum enn inntøkum, so er einki annað at gera enn at lækka útreiðslurnar tilsvarandi, men so er føroyski búskapurin eisini sjálvberandi, ella hvussu? Sjálvberandi merkir ikki neyðvendigvís sjálvberandi við sama livistøði. Hvørjar avtalur eru brotnar harra løgmaður? Eru slíkir pástandir grundarlagið undir sakliga orðaskiftinum?
Hvørji rættindi missa vit við ikki at ganga leið Tjóðveldisfloksins? Um so er, at samgongan hevur spælt okkum av við nøkur rættindi í sínari milt sagt løgnu framferð, hvat ikki er trúligt, so er fullveldismálið óalmindiliga illa avstað farið.
Vit vóna at ynski løgmans um sakligt og siðiligt orðaskift verður veruleiki. Ein fortreyt er tó, at leysir pástandir verða manaðir í jørðina eins og sjálvkritikkur má til, tí at eingin ætlan er fullkomin, og sera sjáldan liggur feilurin í einari ósemju bara øðru megin borðið. Vit sleppa at loysa við 4 ára skiftistíð, men landsstýrið torir ikki at taka av ? nú er umráðandi, at samgongan viðurkennir niðurlagið og meldar klárt út í góðari tíð, helst í morgin, hvat fólkaatkvøðan kann innhalda, so øll fáa sett seg ordiliga inn í tingini.
Sosialurin