Oddagrein: Hvør gleið í oljuni?

Er heitið á oddagrein í danska blaðnum Jyllandspostebn nú um dagarnar. Ein oddagrein, sum siðiliga og skilagott ger støðuna upp eftir løgnu og misvísandi skrivingina í einum øðrum donskum blað, Ekstrabladet í seinastuni.

 


Hvat danska pressan heldur um sínar egnu politikarar og teirra avgerðir er so hennara søk. Men tað er bæði spell og ábyrgdarleyst, tá føroyska samfelagið og fólk her verða hongd út í einum máli, har vit føroyingar einki annað hava gjørt enn at røkt føroysk áhugamál. Tað skeiva og óhugnaliga í skrivingini hjá blaðnum, sum vónandi ikki fer at eydnast,er, at man vil royna at sáa iva um ta avtalu, sum føroyingar á lógligan og sakligan hátt fingu í hús um yvirtøku av ráevnunum í undirgrundini.


Tað er rætt sum nógvir føroyingar hava ført fram, at stórur partur av donsku pressuni roynir at seta kílar í millum Føroyar og Danmark og at nógv av tí, sum verður skrivað byggir á tørvandi innlit og eisini tørvandi vilja til at skilja føroyingar og føroysk viðurskifti.Hetta er nakað, sum fólk úr øllum flokkum í Føroyum kunnu taka undir við. Men tað er heldur ikki rætt at skera alt undir ein kamb. Eitt nú hevur viðgerðin í Jyllandsposten av seinastu uppøsingini móti føroyingum verið sera saklig. Og sæst hetta so eisini aftur í umrøddu oddagrein í blaðnum frá 16. februar.


Blaðið vísir á, at táverandi forsætisráðharrin Schluter gjørdi einki skeivt, tá hann gav føroyingum rættin til ráevnini í undirgrundini. Hann bara var við til at fylla út karmarnar í galdandi heimastýrislóg. Og eisini verður víst á, at núverandi forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen kann á ongan nú aftaná vaska sínar hendur og leggja undanmann sín undir nakað sum helst. Tí Nyrup tók fult og heilt ? um enn hálvhjartað - undir við ætlanini at lata føroyingum rættin til rávevnini. Føroyingar og enn minni danska fólkatingið hava nakran rætt til at skuldseta Schluter fyri nakað, tí hann gjørdi rætt og slætt bara tað, sum hansara samvitska og fornuftur beyð honum at gera, nevniliga at lata einum Føroyum, sum í størri og størri mun ynskti at stýra sær sjálvum og taka ábyrgd av sær sjálvum, ta ríkidømi, sum finst her .


Hví skrivaði Ekstrablaðið einki um tann partin av avtaluni hjá Schluter um, at oljupengar skuldu minka um blokkin! Tað vildi so bara oyðilagt nakað av ?søguni?. Nú verður so áhugavert at síggja, hvussu ávísar kreftir her á landi ætla sær at ?brúka? umrødda mál í komandi valagitatión. Vit trúgva í løtuni einki uppá nakra fólkaatkvøðu. Tað, sum fyrigongur, er einki minni enn valstríð til komandi løgtingsval. Hvussu oljan og undirgrundin fer at verða brúkt/misbrúkt í hesi fáa vit at síggja.


Sosialurin