ODDAGREIN: Hoydalar ein brandfella

Tað var ein syndarliga sjón fríggjadagin at síggja gomlu gentukostdeildina í Hoy­døl­­um brenna í grund eftir lítlari løtu. Hes­­in bygn­ing­ur, sum fyri 75 árum síðani varð bygdur at hýsa økta virk­sem­inum hjá Tub­­erkl­­­a­san­a­tori­i­num - og sum seinastu meira enn 40 árini hevur ver­ið karm­ur um virk­sem­ið hjá Føroya Stu­d­ent­a­skúla - fyrst sum næm­ing­a- og lærara­bústaður, seinni til und­ir­vís­ing­ar­end­a­mál.

Samstundis sum hetta var syndarligt, er hetta eisini ein týðulig ávaring til av­varð­and­i myndugleikar um trygdina á Føroya Stu­d­ent­a­skúla og um trygdina sum heild í før­oysk­um skúl­um og almennum bygning­um annars.

 

Lukkutíð hendi vanlukkan uttan fyri skúl­a­tíð. Ferðsluviðurskiftini við Studentaskúlan í Hoy­døl­um eru milt sagt kaotisk, og tað hava tey ver­ið í nógv harrans ár - tí eitt eljustríð við mynd­ug­leik­ar um vegaføring ikki kann loysast. Hetta kundi í ringasta føri kostað mannalív, um illa vildi til fríggjadagin. Tað sigur seg sjálvt, at 99 ára gamla omankoyringin til skúl­an ikki er tíðarhóskandi. Heisn vegurin, sum er fyrsti millum bygdavegur í Føroyum, varð gjørd­ur til hestavognar 14 ár áðrenn fyrsti bil­ur­in kom til Føroya. Hann er snøgt sagt ikki hósk­­andi til teir hundraðtals bilarnar, sum koyra til og frá studentaskúlanum hvønn ein­asta dag.

 

Vit kunnu bara ímynda okkum, hvat hevði hent, um talan var um eldsbruna í sjálvum stu­dent­a­skúlabygninginum mitt í skúlatíðini. Brand­bilarnir høvdu ongan kjans havt at kom­ið fram at skúlanum, og so als ikki stigabilurin. Har hevði verið eitt kaos - einir 150 bilar og 700 fólk, vit kunnu bara ímyndað okkum kat­a­strof­una...

 

Hvussu verður og ikki, so skal støða bein­an­veg­in takast til, hvussu hølisviðurskiftini hjá Stud­ent­a­skúlanum aftur verða bøtt. Rættast hevði ver­ið at bygt ein nýggja tíðarhóskandi skúla - og hví ikki saman við øðrum miðnámsskúla, sum t. d. handilsskúlanum. Tað vildi verið ein vi­sjón, sum vildi nakað. Men í fyrstu syftu áttu myndugleikarnir at nýtt 100 ára dagin hjá Sana­tor­i­ivegnum sum vegamótið, har ferðsl­u­við­ur­skift­ini hjá skúlanum í Hoydølum vórðu avgreidd einaferð med alla!