Áhugavert at innkomuvegurin nú skal vera páskot fyri, at Annika Olsen bæði skal sita á tingi og sum borgarstjóri í Havn samstundis.
Eingin hevur hildið so fast upp á hetta, sum Annika, ið hevur lagt lógaruppskot fyri tingið um at nokta borgarstjórum at sita har, og sum sjálv statueraði eitt eksempul við at leggja tingsessin frá sær og lova ikki at røkja hann, so leingi hon er borgarstjóri
Við útvarpið í gjár segði hon, at hon nú helst má bróta lyftið, tí hon má í tingið at leggja fram eina verklagslóg um innkomuveg til Havnar.
Hetta er enn eitt dømi um, at tingfólk taka seg sjálvan fram um flokkin. Tí sjálvandi skal tað ikki vera neyðugt hjá einum borgarstjóra at taka parlamentið sum gísla fyri at fáa sín vilja.
Hví biður Annika Olsen ikki sínar floksfelagar leggja fram hatta lógaruppskotið? Hon er partur av Fólkaflokkinum, og er Fólkaflokkurin líka góður við Havnina sum Annika Olsen, so skuldi tað verið lagað manni at fingið Bigga, Elsebeth ella Jørgen at lagt uppskot fyri tingið um at játta pengar til innkomuveg til Havnar. Ella hvat við at biðja Heðin ella Helenu ella onkran vin í Tjóðveldi leggja tað fram?
Annika Olsen hevur púra rætt í tí, at landspolitikarar hava onga virðing fyri ferðsluviðurskiftinum til og úr Havnini. Í øllum førum vilja teir ikki játta hesar pengar, ella halda teir tað stutt og greitt ikki vera neyðugt.
Men tað hjálpir altso ikki nógv, um Annika Olsen fer á ting. Tað einasta, sum tað kann hjálpa, er at hon fær dupulta løn og kann tæga lendið hjá Fólkaflokkinum fram til Løgtingsvalið, sum nækast
Tí støðan hjá Fólkaflokkinum í Havn er ikki góð. Flokkurin hevur mist veljarar í stórum seinastu árini. Flokkurin var á seinasta løgtingsvali á stødd við Framsókn. Javnaðarflokkurin fekk meira enn dupult so nógvar atkvøður sum Fólkaflokkurin, og tað var ikki gamalt. Tí eru góð ráð dýr hjá Fólkaflokkinum í Havn til løgtingsvalið. Tí skal Annika halda sítt lyfti, so eigur hon heldur ikki at stilla upp til løgtingsvalið næstu ferð.
Av atkvøðuslúkum til løgtingið var Annika nr. 6. Til býráðið var hon gott nokk bara nr. 10, men tað orðnar borgarstjóraeffektin, so Fólkaflokkurin verður størri í býráðnum í Havn enn Tjóðveldi næstu ferð.
Tann flokkur, sum vinnur Havnina, hann vinnur løgtingsvalið.
Kann lyftisbrotið hjá Anniku fáa Fólkaflokkin aftur í Tinganes, er tað so ikki tað vert?
(Oddagreinin í Sosialurin 5. mars 2018)