Oddagrein· Hillary: Diplomati heldur enn vápnamegi

Í gjár vóru lidnir tjúgu dagar, síðan álopini á Gaza byrjaðu. Sum pressan um allan heim hevur víst á, er tað sivilfólkið, sum meinast verður rakt. Sjáldan hevur heimur sæð eina hernaðaratgerð, har atgerðirnar mestsum beinleiðis eru vendar móti sivilfólkinum. Teir tjúgu dagarnir hava kostað meira enn túsund fólkum í Gaza lívið – av hesum eru 327 børn.

Tað ljóðar, at útlitini fyri vápnahvíld eru batnandi, hetta serstakliga eftir, at ST av álvara er farið inn í friðarsamráðingarnar. ST aðalskrivarin hevur av øllum alvi roynt at leggja trýst á partarnar til tess at fáa teir at góðtaka uppskotið hjá Egyptalandi um vápnahvíld. Nú ljóðar, at partarnir eru sinnaðir fyri vápnahvíld, spurningurin er bert nær tað passar báðum pørtum best at taka hesa vápnahvíldina.

 

Uppskotið fevnir um eina fyribils vápnahvíld, sum skal tryggja humanitera hjálp til fólkið í Gaza og í øðrum lagi fevnir uppskotið um eina varandi vápnahvíld, sum m.a. fevnir um eina friðaravtalu millum Hamas og Fatha stjórnina í Ramallah. Fyrst tá politisku viðurskiftini í teimum sjálvstýrandi palestinensisku økjunum eru komin í rættlag, kann farast undir at samráðast um eina skipan, sum fevnir um Hamas viðurkenning av statinum Ísrael. Eisini fevnir uppskotið um, at tann avbyrging, sum hevur gjørt lívið so strævið hjá fólkinum í Gaza, verður avtikin. Ein meginfortreytin fyri øllum hesum er sjálvsagt, at Hamas gevst við rakettálopunum inn í Ísrael.

 

Dúgliga verður roynt at kanna allar møguleikar fyri friði. Ymist bendir á, at partarnir eru áhugaðir. Báðir partar eru undir tíðartrýsti. Hamas er áhugað fyri vápnahvíld, tí gazabúgvar nú eru komnir at markinum fyri tí, sum menniskju kunnu tola. Samfelagnum trýtur alt: brenni, heiluvág, vatn, ravmagn, gass og alt vanligt samfelagsvirksemi er steðgað. Hetta er serstakliga galdandi fyri heilsu- og útbúgvingargeirarnar. Ísrael er undir tíðartrýsti, tí Obamadagur nærkast í hvørjum. Tann tjúgunda januar tekur Obama við sum forseti, og hetta skiftið fer alt annað líka at merkja, at Ísrael ikki fær eins rúmar ræsur í sínum hernaðarpolitikki mótvegis arabisku grannunum. Komandi amerikanski uttanríkisráðharrin Hillary Clinton gjørdi í vikuni púra greitt, at uttanríkispolitikkur USA nú fer at byggja á vit og skil, humaniterar meginreglur og fyrilit fyri altjóða friði. Politikkurin fer sostatt ikki at byggja á tey neokonservativu ideologisku virði, sum hava myndað hugsjónarstøðið undir uttanríkispolitkkinum hesi seinastu átta árini. Hesi orð eru eitt greitt signal til eitt nú Ísrael og aðrar vinir USA um, at hereftir skal diplomatiið og ikki vápnamegin tala. Alt hetta bendir á, at vit nærkast eini vápnahvíld í tí hart plágaða Gazaøkinum, har tað verður brúk fyri humaniterari hjálp. Uttan mun til, hvat vit føroyingar annars halda um Hamas, so eiga vit at lata okkara til tess at linna neyðina hjá okkara medmenniskjum, tí vanliga fólkinum í Gaza.

Sosialurin