Man skuldi trúð, at Tórshavnar Kommuna hevði lært okkurt av hesum útbyggingum, men tað tykist ikki vera tilfeldið. Tórshavnar Kommuna hevur nú ætlanir um at gera eina stóra bingjuhavn á Oyrareingjum, sum man vera eitt tað vindharðasta plássið í landinum. Tað er fleiri ferð komið fyri, at 40 fóts bingjur eru foknar á sjógv í Kollafirði, seinastu ferð í fjør.
Bingjuhavnin skal eftir ætlan gerast á gamla ídnaðarøkinum á Oyrareingjum, ið stendur tómt, tí at Tórshavnar Kommuna hevur hildið tað tómt seinastu árini.
Kommunan hevur blokerað virkjum frá at koma á hetta økið í áravís, hóast økið hevur staðið sum vinnuøki í byggisamtyktini. Virki hava søkt um at sleppa á økið, men hava fingið nei. Tórshavnar Kommuna hevur við vilja latið økið staðið tómt inntil kommunan hevur fingið broytt byggisamtyktina fyri at gera tað til havnaøki. Tómt er kanska í so nógv sagt, eftirsum órudd og burturkast hevur ligið á økinum til stóran ampa hjá bygdarfólki og til umhvørvisskomm hjá Tórshavnar Kommunu, hóast eitt lyfti frá borgarstjóranum um at rudda økið seinasta summar.
At leggja eina bingjuhavn innast í einum fjørði nærendis sethús, bendir á ein hugburð um betong og asfalt, sum ikki hoyrir nútíðini til. At man bygdi havnir í bygdum øki i 1950’unum merkir ikki, at tað er rætt at gera tað nú. Umhvørvismedvitið hjá einari kommunu, sum ber seg soleiðis at í 2007, kann ikki verða stórt. Tað er ikki uttan grund, at man vanliga leggur bingjuhavnir og tungan ídnað uttanfyri bygt øki, har man kann.
Hvussu við umhvørviskanningum? Hvussu við árinskanningum? Havnaarbeiðið á Oyrareingjum kann ikki verða byrjað, tí so hevur tað verið í stríð við byggisamtyktina. Fer arbeiðið í gond nú, so má ein umhvørvislig árinskanning væl saktans gerast í tráð við nýggju føroysku havumhvørvislóggávuna frá 2005? Flokkarnir, sum mynda býráðssamgonguna, hava ein umhvørvispolitikk, og tað forpliktar! Fylgja teir ikki hesum, so váttar tað bert tann fordómin um Tórshavnar Býrað, at talan ikki er um flokkar, men bert um einstaklingar, sum ikki so mikið sum kvetta í stevnuskráir.
Landsplanlegging er eftir øllum at døma eitt banniorð í Føroyum. Eitt tabuevni. Hví kunnu kommunur ikki samstarva fyri landsins besta og fyri at spara dupultíløgur og oyðan av umhvørvi og náttúru! Hví ikki gera Runavík til bingjuhavn. Har eru fortreytirnar longu til steðar.
Føroyar verður meir og meir samanbundið. Klaksvík hevur bygt eina stóra og góða havn í Ánunum, har landfast er til meginøkið, og Runavíkar Havn hevur stór øki til taks. Um ein tunnil kemur til Skálafjørðin, so verður skjótari at koyra úr miðbýnum í Havn inn til Runavíkar, enn til Kollafjarðar. Hóast hetta, so tykist Tórshavnar Kommuna geva okkum eitt studium í lokalpolitikki og ósamstarvsvilja, tá hann er ringastur, og byggja eina bingjuhavn afturat í hesum lítla landi. Hevur Tórshavnar Kommuna einki lært?
Sosialurin