ODDAGREIN: Her er vent í holuni

Ikki sørt av kjaki stóðst av tíðargreinini hjá Jóannes Eidesgaard her í blaðnum næstsíðsta vikuskifti, tá hann mælti Høgna Hoydal og Akseli V. Johannesen til at skipa ein reyðan blokk millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi og aðrar flokkar, sum kann fara til val sum ein blokkur móti sitandi samgongu millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.

Slíkur blokkpolitikkur er óroyndur í Føroyum, tó at vit kenna hann væl eitt nú úr Danmark. Har veit veljarin frammmanundan, hvørja stjórn hann fær við at velja tann og tann flokkin – og ikki minst, so kennir veljarin eisini teir tveir persónarnar, sum kunnu gerast forsætisráðharrar.
Men siðbundni høgra-vinstrapolitikkurin er ikki so eyðsýndur í Føroyum. Hetta er partvíst tí, at her hava vit eitt annað blokksamstarv – loysingarflokkarnar, sum hóast ósamdir og á pappírinum á hvør sínum veingi, javnan finna saman í samstarv upp á loysingarpolitikkin.

Men er tað nú loysingarmálið, fullveldismálið ella sjálvstýrismálið, sum er orsøkin til, at tað er so ringt at fáa eyga á siðbundan høgra-vinstrapolitikkin?

Í grein, sum Poul Michelsen úr Framsókn hevur sent miðlunum vísir hann á, at Framsókn eftir stevnuskráunum at døma átti at kunnað arbeitt væl saman við Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, tá tað ræður um sjálvstýrismálið. Men hetta málið er vent á høvdið, sigur Poul Michelsen, sum eisini vísir á, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin at »av ófatiligum grundum góðtóku at hækka árliga blokkin 220 milliónir krónur«. Hann heldur tó, at tíbetur vóru danir so mikið at sær komnir, at teir virdu sjálvsstýristilgongdina og bjargaðu okkum úr ringastu skommini. Somuleiðis vísir Poul Michelsen á, at andstøðuflokkarnir eru samdir um, at tað ikki kemur upp á tal at hækka blokkin. Tí er tað – sambært Poul Michelsen – munandi lættari hjá Framsókn at semjast við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin í sjálvbjargnismálinum.

Poul Michelsen sigur eisini, at tað er løgið hjá teimum í Framsókn at staðfesta, at Framsókn sum ein liberalur flokkur í fleiri førum hevur nógv meira samanfallandi áhugamál við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin enn hinar flokkarnar, og so vísir hann á, at hesir flokkar vilja eins og Framsókn, at náttúrutilfeingi skal koma teimum nógvu til góðar og ikki bara teimum fáu, sum í dag stjórna meira enn 70 prosentum av útflutningsvirðunum úr okkara fiskivinnu.

Orðið »marknaðarbúskapur« plagdi vera eitt borgarligt orð, meðan »planbúskapur« var eitt kommunistiskt orð. Vit kunnu bara staðfesta, at her vent í holuni.