ODDAGREIN: Hemmiligi kári...

Komið er fram, at andstøðan er ør­kyml­að, tí hon einki fær at vita um ætlarnirnar hjá Kára P. Høj­gaard, landsstýrismanni í inn­lend­is­mál­um, um at lata einum út­lendsk­um priv­at­um íleggjara eink­ar­rætt at byggja, reka og fíggja Før­oya størstu einstøku íløgu, Skál­a­fjarð­ar­­tunn­ilin.

Andstøðuleiðararnir Høgni Hoy­dal og Aksel V. Johannesen hava tí sett Kára P. Højgaard ein grein 52 spurn­ing, sum landsstýrismaðurin kort­ini ikki æltar sær at svara, fyrr enn freist­in er farin. Hann kann brúka 10 yrkadagar at svara, og hann hevur sagt, at hann ætlar at pjaka sær so mik­ið við svarinum, at tað ikki kemur fyrr enn til síðstu freist, sum er sama freist, hann hev­ur at fáa sáttmálan í hús við út­lendska felagið.

Men Sosialurin veit, at tað ikki bara eru and­støð­u­leið­ararnir­, sum eru ør­­kyml­aðir. Tì eisini lands­stýr­is­menn eru illa hýrdir um hetta mál, tí teir vita als einki um hes­ar ætlanir. Sosialurin veit, at onkur lands­stýrismaður krev­ur, at greitt verður frá málinum á næsta lands­stýr­is­fundi.

Viðkomandi lands­­stýr­is­mað­ur heldur, at tað er púra burt­ur úr vón og viti at lata ein­um út­lendsk­um privatum íleggjara eina so stóra verkætlan, sum fer at kosta før­oy­ing­um mill­i­ard­ir meira, enn hon hevði gjørt, um talan var um eina al­menna føroyska verkætlan, sum landskassin veðhelt fyri og tí fekk lagaligari lánstreytir.

Og tað er áhugavert, at poli­tik­ar­ar inn­an sum uttan fyri sam­gong­una nú fara at røra upp á seg.

Høgni Hoydal nevndi í Sosi­al­i­num mán­adagin, at verk­ætl­anin er vorðin eitt per­són­ligt pre­stisj­u­pro­jekt hjá lands­­stýr­is­mann­i­num, sum partú vil hava sítt navn á tunnilin. Eingin ivi er um, at Kári P. Højgaard setur alt sítt politiska lív í veð fyri hendan tunn­il, sum fyri hann og hansara lok­al­pol­itisku framtíð hevur sera stóran týdn­ing.

Men politikkur er annað enn at byggja sær varðar. Og valla fær lands­stýrismaðurin so stórt vald, at hann einsamallur kann binda okk­um at rinda útlendingum mill­i­ard­a­upp­hæddir­, sum kunnu verða óneyðugar.

Men vit vita ikki, hvussu mál­ið ligg­ur. Og tá arbeitt verður so­leið­is í duld­um, so kunnu nógvar mis­skilj­ing­­ar spyrjast.
Tað kann vera, at tað neyðugt hjá lands­­stýr­is­manninum at ganga var­is­liga við hurðunum. Men at dylja eina slíka ætlan fyri landsstýri og løg­ting­i til undirskrivað er, tað er ikki fólka­ræði.

Nógv bendir á, at heldur ikki lands­stýrismenn hava tað álit á Kára P. Højgaard, sum tí valla sleppur at einsa­mallur at gera av lagnuna hjá Skál­a­­fjarð­ar­tunl­i­num.