Oddagrein:Hamskiftur flokkur

Tjóðveldisflokkurin var einaferð hugsjónarflokkurin í føroyskum politikki og flokkurin, sum stóð við tað hann segði.

Tað var sum oftast samanhang millum tær hugsjónir, flokkurin bar fram og tann politikk, ið flokkurin rak á tingi. Hesi seinastu 4 árini er tjóðveldisflokkurin tó farin ideologiskt at vingla. Flokkurin er mestsum hamskiftur, so har valdar ideologiskur hurlivasi. Tjóðveldisflokkurin tykist stýrdur av útliti til løtuvinning og ynskinum um at tvíhalda um maktina. Fyrst varð flokkurin av Fólkaflokkinum rikin eftir hæli í fullveldismálinum, soleiðis, at hann endaði sum reinur og hóvligur heimastýris-yvirtøkuflokkur. Minkingin av blokkinum gjørdist eitt mál í sjálvum sær. Síðan er flokkurin tvungin at svølgja allar kamelar, sum uttasta høgra noyðir niður í hann.

Tað tykist sum tað ikki longur er Tjóðveldisflokkurin, ið leggur seg eftir at broyta umstøður og politiskar karmar, soleiðis at tey verða eftir floksins politikki. Nú eru tað tvørturímóti umstøðurnar, ið broyta flokkin. Atkvøðurnar og maktin telja meira enn hugsjónarliga støðið. Einaferð var tað eitt grundsjónarmið, at flokkurin helt seg uttan fyri danskan fólkatingspolitikk. Nú situr fólkatingsmaður Tjóðveldisflokksins innast í tveimum av fólkatingsins mest týðandi nevndum, nakað, sum flokkurin uppá tað grovasta hevur hartað øll onnur føroysk umboð á Fólkatingi fyri, men sum formaðurin nú roynir at káva útyvir. Her er lítil konsekvensur og eingin linja, nakað sum heilt ítøkiliga vísir seg við, at fólkatingsmaðurin og løgtingsmaðurin sjálvur talar við fleiri politiskum tungum í senn: stundum sum marxistiskur kollveltingarmaður (republikkin-í-eygsjón-maður), stundum sum ramasti høgramaður fyri ikki um at tala, tá hann átekur sær tann bleyta sosialdemokratiska leiklutin. Tað kann vera mikið undirhaldandi, men tað hevur lítið við gamlan tjóðveldispolitikk at gera. Tað mest undirhaldandi er at hoyra formannin forklára og burturforklára, hvørja ferð flokkurin skiftir kós ella støðu. Kanska er hetta eitt slag av nýggjum tjóðveldi! Fyrr var tað ein styrki at hava eina støðu, nú er tað in onga støðu at hava!

Frá at hava verið ein reinur og heilhjartaður hugsjónar-, verkamanna- og fiskimannaflokkur á vinstraveingi í føroyskum politikki, er Tjóðveldisflokkuirn vorðin ein heilt vanligur pragmatiskur og opportunistiskur flokkur, ið hevur lagt seg eitt sindur høgrumegin miðlinjuna í føroyskum politikki. Flokkurin er fullkomuliga hamskiftur! Tey gomlu rættrúgvandi tjóðveldisfólkini standa sum Kánus og spyrja: hvat er hetta fyri nakað? Hvat man alt hetta fara at enda við, og hvar á politiska litbandinum man flokkurin fara at leggja seg, tá avtornar? Svarið er áhugavert, tí fer Tjóðveldisflokkurin framvegis ideologiskt at vingla úr einum borði í annað fyri altíð at enda í høgra borði, so kundi tað hent, at nýggjur ektaður loysingarsinnaður vinstriflokkur dagar fram til næsta val.

Sosialurin