ODDAGREIN: Hálsar landsstýrið um?

Í dag er ein vika til næsta samráðingarumfar millum landsstýrið og stjórnina um fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. Men nú er líkt til, at flokkanir landsstýrinum draga ikki somu línu. Tað vísa greinirnar í Dimmalætting og í Sosialinum og sendingin Føroyar í dag í Útvarpinum týskvøldið.

TJÓÐVELDISFLOKKURIN heldur í øllum førum alment fast um fullveldisætlanina. Tað sama ger løgmaður, og tað má hann í øllum førum gera, til landsstýrið alment boðar frá, at landsstýrið broytir samráðingarætlan. Hinvegin tykist vera greitt, at tað er gingið upp fyri Fólkaflokkinum, at tað ber ikki til at røkka upprunaligu fullveldisætlanini. Serliga tá stjórnin tvíheldur um eina 4 ára langa skiftistíð. Tað er neyvan av tilvild, at tveir landsstýrismenn hjá Fólkaflokkinum hava sagt alment, at fullveldisætlanin má koppast á, hóast endamáið er tað sama - at skipa Føroyar sum fullveldisríki.


Í grundini merkir henda áskoðanin, at landsstýrið hálsar um, og fer eftir eini loysn, sum minnir um uppskot Javnaðarfloksins og er ein ?stig fyri stig-ætlan?. Sambært keldum hjá Sosialinum skal Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, hava ásannað, at neyðugt er helst at broyta samráðingarætlan. Hann dugur óivað at skilja, at semja verður ikki um fullveldisætlanina í landsstýrinum, og harafturat fer føroyski veljarin heldur ikki at taka undir við henni. Ta hava í øllum førum fleiri meiningarkanningar víst.


SO er spurningurin, hvat ?tann harða kjarnan? í Tjóðveldisflokkinum sigur. Vil hon hava alt ella einki - tað merkir: fer hon góðtaka, at vit koma eitt stórt stig á sjálvstýrisleið? Ella heldur hon fast um fullveldisætlanina sum tann einasta møguleikan?


TRÍGGJAR samráðingar hava verið og føroyska samráðingarnevndin kann ikki koma einaferð afturat sum av torvheiðum. Nú skuldi eisini borið til at komið longur framá, tí tann stóri spurningurum um skiftistíðina - sjálvur trupulleikin - er tikin úr samráðingunum.


Løgmaður roynir sjálvandi at halda fast um samgonguna, tí um Tjóðveldisflokkurin fer burtur úr við tí grundgeving, at hann fær ikki nóg mikið av sínum politikki í einum samráðingarúrslitið, so verður fullveldismálið ella tjóðskaparspurningurin framhaldandi eitt sokallað rumbulsmál. Tí roynir løgmaður at halda fast um Tjóðveldisflokkin.


Hinvegin veit bæði løgmaður - og Tjóðveldisflokkurin - at løgmaður hevur ein annan meiriluta í Løgtinginum fyri eini hóvligari loysn, sum Javnaðarflokkurin, meirilutin í Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin kunu taka undir við. Løgmaður fer sjálvandi sum longst at halda seg til verandi ætlan, men spurningurin er, um hann ikki eisini vil vera hann, sum flutti Føroyar longur fram móti veruligum sjálvstýri, og tí saðlar um, um verandi tilgongd dregur út. Men løgmaður má gera sær greitt, at tíðin styttist.