Tað er ræðandi og ræðuligt aftur og aftur at skula síggja hesi endaleysu morðini á sivilfólk. Umheimurin stendur sum múlabundin og hyggur at ? uttan at kunna gera nakað fyri at hjálpa ella bøta um støðuna. Seinasta atgerðin framd móti ísaelum á feriu í Egyptalandi er bert meira brenni á hevndarbálið. Nú hevur Ísrael aftur bóltin. Hvussu og hvar skal henda seinasta yvirgangsatsóknin hevnast??.
Tað er ringt fyri ikki at siga ómøguligt at taka partí við nøkrum av pørtunum í hesum eljustríði. Ein dag hatar tú palestinar fyri at hava dripið ósek jødabørn , tann næsta dagin er hetta sama hatur móti ísraelsku stjórnini og tess stríðsvognum, sum taka lívið av steinkastandi palestinskum børnum.
Sleppur hetta eirindaleysa hatur og stríð at halda fram verður endin - ikki bert steinandi palestinsk børn ella granatir frá ísraelskum stríðsvognum ? eitt nýtt Sodoma og Gomorra, har nógv sterkari og meira oyðileggjandi vápn verða tikin í brúk. So stórur og sterkur er hevndarhugurin vorðin, at stríðið fyrr ella seinni endar við eini ógvusligari vanlukku. Og tað er tá, at kjarnorkubumba og bakteriulogisk vápn koma einum til hugs. Er tað ikki bara ein spurningur um tíð til vit fara at síggja túsundtals ísraelar tiknar av døgum í eini og somu atgerð! Og hvat skulu ísraelar so hevna seg við! Tveita atombumbur sínar móti , ja hvørjum!
Her má vend koma í . Kunnu partarnir sjálvir ikkisemjast, so má umheimurin koma uppí. Her er tað USA, sum situr við lyklinum. Men Bush hevur alla tíðina vent bakið til henda ræðuliga veruleika. Hugsar um sítt afturval. Tað má tí vera eitt altjóða krav til amerikanarar at sleppa sær av við Bush og hansara fundamentalisku hernaðarheykar, sum bara kenna til at seta hart móti hørðum, sum einki forstáilsi hava fyri at skapa seming og byggja brýr við friðaliga midlum.
ST má og skal leggja uppí stríðið í Miðeystri. Tá USA ikki .vil, so má ST taka hesa ábyrgd á seg, rætt og slætt fyri at verja heimsfriðin. Ísrael má tvingast til at gevast við sínum hevndaratgerðum og palestinar og tess islamisku stuðlar mugu tvingast til at gevast við yvirgangsatgerðunum. Partarnir mugu sessast við samráðingarborðið einaferð med alla og báðir partar mugu taka í egnan barm. Ísrael má viðkenna ein palestinskan stat og lata hertikin landaøki aftur. Og palestinar og islamsku stuðlar tess mugu góðtaka ísraelska statin. Eisini føroyingar eiga at gera sína ávirkan galdandi. Heldur enn bara at fordøma palestinar eiga vit eisini (eisini vinir Ísraels) at fáa ísraelsku stjóninia at rætta hondina fram til eina semju og loysn, sum báðir partar kunnu liva við. Tíðin er farin frá "eygað fyri eygað og tonn fyri tonn" hugburðinum. Hann hevur spælt fallitt. Nú mugu allar góðar kreftir gera sína ávirkan galdandi.
Sosialurin