Vit eiga fyrst og fremst at sýna fyrilit í ferðsluni. Mangan er hált hesa ársins tíð, og so er uppaftur meira orsøk til sýna fyrilit.Tað vístu vit eisini á í vikuskiftisblaðnum, og tað kann ikki endurtakast ov oftani. Vit kundu eisini spurt okkum sjálvi, hví ið vit leika so í. Hvat er tað vit hátíðarhalda hesar dagarnar? Vit hátíðarhalda jú eina friðarhátíð, sum er til minnis um heimsins frelsara, sum kom við friðarboðum til menniskjuni. Tað er tí nakað løgið í hesum, at vit gera so nógv burtur úr øllum, sum ikki beinleiðis hevur við jólaboðskapin at gera. Her eiga vit øll at steðga á og hugsa okkum um.
Men eisini avvarandi myndugleikar eiga at hugsa seg um og at sýna ábyrgd. Løgreglan eigur at vera sjónlig og lands- eins væl og kommunalir myndugleikar eiga at gera nógv meira til tess at gera ferðsluna tryggari hesa tíðina. Tað eru ávís støð, serstakliga í høvuðsstaðnum, har fólk og serstakliga børn eru í stórum vanda. Skúlar og barnagarðar standa við høvðusvegir við nógvari ferðslu. Bensinstøðir standa beint yvir av ella við síðuna av skúlum og dagstovnum. Sjálvt um gonguteigar eru, so eru hesi støðini ofta illa upplýst og er hálka, so kann vandi vera á ferð. Her er enn langt á mál, áðrenn vit kunnu siga, at nú eru skúlavegirnir tryggir. Men vit eiga eisini fyri okkara egnu skuld at ansa okkum betur. Um vit læra at taka tað meira róligt, so kunnu vit ivaleyst njóta jólafriðin og jólaboðskapin betri saman við børnum og øðrum. Men latum okkum øll fram um alt sýna fyrilit úti sum heima á arbeiðsplássum á sjógvi og landi og ikki minst í ferðsluni.
Sosialurin