Oddagrein· Flokkur á krossvegi

Javnaðarflokkurin er á einum krossvegi. Hetta ber væl til at lesa burturúr samtyktini á landsstevnuni. Flokkurin hveru verið útií kuldanum í fleiri ár, og setti tí øll segl til fyri at koma upp í samgongu eftir valið. Hetta eydnaðist so væl, at flokkurin fekk løgmann og og leiðsluna av samgonguni. Hetta eydnaðist av fleiri grundum. Flokkurin hevur formann, ið dugir væl at samráðst og sum annars í allar mátar er "presidential".

Men hetta var ikki tann einasta grundin. Ein onnur grund skal søkjast í fíggindaskapinum millum Fólkaflokkoin og Tjóðveldisflokkin. Fólkaflokkuirn, ið hevði alt at missa við ikki at sleppa í samgongu hevði einki val. Hann noyddist at velja hesa samgonguna við Javnaðarflokki og Sambandsflokki. Men hetta var einki lætt val hjá stórum parti av Fólkaflokkinum, tí hetta kundi uppfatast, sum at nú var sjálvstýriskósin slept. Javnaðarflokkuirn veit, at Fólkaflokkurin ella partur av honum kann vera hálur at halda um, og her skal orsøkin til ta ideologisku kósbroytingina ivaleyst finnast.

Landsstevnan ásannar og fegnast um, at stórur og týðandi partur av valskránni hjá Javnaðarflokkinum er við í samgonguskjalinum. Samstundis heitir landsstevnan staðiliga á floksins valdu umboð um at virka fyri, at hesi mál verða framd í verki. Hetta ljóðar alt gott og væl. Men hinvegin er torført at finna aftur "stórar og týðandi partar av valskránni" í samgongunskjalinum. Tó eru nøkur avgerandi øki t.d. pensiónsmálið og samhaldsfasti eins og fyritíðarpensjónin verður dagførd.

Tað var sera skilagott av Javnaðarflokkinum at fara upp í hesa samgonguna. Flokkurin kom inn í politiska hitan aftur og hann megnaði at skilja Fólkaflokkin frá Tjóðveldisflokkinum, tó sigast skal, at her hjálpti Tjóðveldisflokkurin væl til sjálvur. Nú eiga floksins umboð í landsstýri og á tingi alt fyri eitt miðvíst at fara undir at fremja tær áheitanir, sum hesi fingu frá landsstevnuni. Her er talan um málið um útlendsk arbeiðsfólk í Føroyum, umhvørvismál og virknan umhvørvispolitikk. Serstakliga áhugaverd er ásetingin í landsstevnuyvirlýsingini um at fáa fleiri kvinnur uppí politikk. Her tykist flokkurin í Havn at liva væl upp til kravið frá landsstevnuni við tað, at átta kvinnur og seks menn eru uppstillað til býráðvalið, sum verður í næstum. Hetta er sera áhugavert og átti at givið føroyskum kvinnum nakað at hugsa um. Áhugavert var eisini at hoyra umboð fyri flokkin tosa um eldraøkið. Har tykist vera semja um, at eldraøkið skal ikki fyri einhvønn prís leggjast út á kommunurnar. Her má munur gerast á teimum smærri kommununum og eitt nú høvúðsstaðarkommununi.

Javnaðarf.lokkurin er einum krossvegi. Hann má velja millum realpolitikk og ideolog og megna ta torføru uppgávuna at finna eina hóskandi javnvág millum hesi. Tað er tó greitt, at skal hann varðveita valdið er tað realpolitikkurin, sum má viga tyngst. Velur hann hinvegin bara at tvíhalda um ideologisku fundamentalismuna er vandi fyri, at hann endar úti aftur í kuldanum. Svarið frá landsstevnuni er eintýtt: realpolitikk fram um ideologi ella eina skilagóða og realistiska javnvág millum hesi bæði ? í tann mun hetta kann lata seg gera í einum samstarvi við borgarligar flokkar.

Sosialurin