Oddagrein· Óført Todi

Í tíðum við hóttafalli á nógvum økjum úti sum heima er altíð gott við góðum tíðindum. Og hesi finnast so sanniliga eisini. Fyri tey mongu, sum eru fótbóltsáhugað var javnleikurin FCK fekk í Glasgow í gjár góð tíðindi. Og orsøkin er sjálvandi tann, at okkara føroyski Todi var dagsins maður. Við einum professionellum, knappligum og vælplaseraðum skoti eydnaðist tað Toda at taka skotsla liðið aftur, so endaliga støðan gjørdist javnleikur. Hetta er sjálvandi av avgerandi týdningi undan seinna kvalifiseringsdystinum í Parkini um fjúrtan dagar.

Við hesum málinum kann liðið hjá Toda tryggja sær luttøku í mest týðandi altjóða kappingini millum øll tey bestu liðini í Europa. Tað merkir so aftur, at ein av okkara bestu fótbóltsspælarum gjøgnum tíðirnar sleppur at royna seg og vísa síni evni millum heimsins bestu spælarar. Tað kann so aftur merkja nógv størri fokus á føroyskan fótbólt, tí hóast Todi spælir fyri danskt lið er hann føroyingur og vil í altjóða fótbóltshøpi eisini verða umrøddur sum so. Vit kunnu bara ímynda okkum forsíðurnar í stóru bløðunum á europeiska meginlandinum, tá Todi fer at skora sigursmál og fella fótbóltsrisar!!! Og hvør veit so eisini, hvat framtíðin tá kann bjóða uppá sæð í landsliðshøpi. Tað vil tíðin so vísa.

At hetta eru spennandi tíðir fyri føroyskan fótbólt er so heldur eingin loyna. Tí um knappa viku fáa vit vitjan av íslendska landsliðnum og bert fáar vikur seinni fara okkara menn til Skotlands at spæla. Hvør veit um ikki vit her fara at megna tveir sigrar! Og harvið lyfta umdømi okkara enn hægri. Vit kunnu so bara vóna, at okkara frægastu spælarar fara at gera sítt ítarsta fyri at vinna hesar báðar komandi dystirnar. Tá hugsað verður um, hvussu nær vit vóru kollveltandi úrslitum móti bæði Skotlandi og Týskalandi, so eiga vit at trúgva uppá, at hesaferð fer at bera til at basa teimum stóru. At spælari sum Hjallgrim Eltør, sum á sinni var fáar millimetrar frá sensatiónini í Hannover, skorar heili fýra mál í landskappingardysti boðar frá, at okkara landslið kann fáa góð úrslit. Góða eydnu Todi og góða eydnu landsliðið.

Sosialurin