Oddagrein·Førleikamenna alt samfelagið til oljuavbjóðing

Loksins varð farið aftur at bora á Atlantsmótinum. Føroyingar hava í eina tíð bíðað í spenningi eftir, at Amerada Hess saman við Dong, British Gas og føroyska oljufelagnum Atlants Kolvetni fóru at seta á bretsku megin markið og bora tann nógv umrødda avmarkingarbrunnin, ið kann geva svarið uppá, um fundið feløgini gjørdu á landgrunninum í fjør, er so mikið stórt og vælegnað, at tað kann byggjast út til framleiðslu.

Tað er greitt, at seinkingarnar hjá boriskipinum, kundu ? um heilt illa vildi til ? gjørt, at eingin boring fór at verða gjørd í ár, og hevði tað verið eitt stórt afturstig fyri Føroyaøkið sum heild. Ikki tí ? henda boring er ikki avgerandi fyri, at tað verður leitað á landgrunninum, men hon hevur rættiliga stóran psykologiskan týdning til tess at kunna fasthalda og helst økja áhugan fyri Føroyum sum framtíðar oljuøki.

Við einum av heimsins mest framkomnu boriskipum, West Navion fór Amerada Hess sunnumorgunin í gongd við boringina, ið skal taka tveir mánaðir. Tann fyrsti fer til at bora umleið 4250 metrar niður í undirgrundina frá sjóvarmálanum. Verður troffið við olju og gass, verður alt fyri eitt farið at testa brunnin, tvs. at ein avmarkað royndarframleiðsla verður gjørd. Hon fer so vónandi at siga okkum, um feltið er rakstrarverdugt ella geva ábendingar um, um tað er vert at gera fleiri metingarbrunnar.

Sum skilst á oljufólki, ið vóru við á oljumessu í Stavanger herfyri, bíðar so gott sum allur oljuheimurin, sum hevur áhuga fyri Atlantsmótinum, eftir úrslitinum av hesi boringini. Og verður tað positivt, kann tað vera stigið, sum fær gongd á aftur oljutilgongdina á Føroyaøkinum.

Nú óvissan framvegis er stór um somu oljutilgongd, er ikki lætt at standa fyri eitt nú ráðstevnum, sum snúgva seg um Føroyar sum framtíðar oljuland. Tað er tó greitt, at oljuráðstevna verður hildin aftur í Føroyum í vetur, eins og hon hevur tað seinastu árini. Tó við stóru óvissuni í huganum verður talan helst bara um ein temadag, sum uttan iva verður merktur av vinnuligum áhugamálum. Tað er í sær sjálvum í lagi sum støðan er nú. Men tíðin er komin til, at vit tilrættaleggja eina serstaka ráðstevnu, sum í størri mun fevnir um ta samlaðu ávirkan, ið oljuvinnan fer at fáa á flest allar samfelagsins tættir.

Tað vildi tí verið eitt gott hugskot at enda temadagin í vetur við eini niðurstøðu og avgerð um, at t.d. vinnan, Norðurlandahúsið og t.d. Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið í felag fyriskipa eina stóra ráðstevnu næsta heyst, sum serstakliga hyggur at øllum samfelagsbygnaðinum sæð í relatión til eina oljutilgongd. Okkara ráð skulu vera, at landsstýrismaðurin í oljumálum, sum umsitur stórar upphæddir frá oljufeløgunum til eitt nú førleikamenning, setur pening av til eina ráðstevnu, sum skal hava til endamál ikki bert at viðgera, hvussu vit førleikamenna vinnuna men alt samfelagið sum heild - til ta stóru avbjóðing, sum ein oljuvinna kann gerast. Finnur Hess olju í heyst er tað samtíðis startskotið til at fara undir at tilrættaleggja ta ráðstevnuna næsta ár.

Sosialurin