Oddagrein·Fólkaræðið er samstarv

Okkara stýrisskipan er fólkaræðilig. Onkur vil kanska mótmæla og siga sum so, at so leingi ríkismyndugleikar umsita føroysk stjórnarøki, so er skipann ikki fólkaræðilig. Men hvussu er og ikki, so er politiska skipanin í sjálvum sær fólkaræðilig, um vit hugsa um yvirtikin mál. Fólkaræðið er nakað av tí mest dýrmæta, ið vit eiga. Tað er tí av allrastørsta týdningi, at farið verður væl um fólkaræðið og um teir stovnar, sum eru stuðlar undir fólkaræði okkara.

Hvussu er støðan hesum viðvíkjandi nú eitt ár fer aftur um bak? Støðan kundi verið betur. Okkara stýrisskipan hevur nakrar aðalfortreytir. Skal einum sunnum fólkaræði verða lív lagað, er neyðugt at tey fólkavaldu virða hesar fortreytir. Ein meginfortreyt er, at landsins stýri endurspeglar veljarans vilja. Staðfestast kann uttan víðari, at sitandi landsstýrissamgonga ikki lýkur hesa fortreyt. Við tí samanseting, sum samgongan fekk, hava smáir flokkar fingið nógv meira vald enn teimum varð tillutað frá veljarans síðu. Sjálvsagt kann ein ikki útiloka smáar flokkar frá politiskari ávirkan, og soleiðis, sum skipanin nú einaferð er, verða smáflokkar ofta at hava størri ávirkan, enn atkvøðutal teirra talar fyri. Er talan um flokk við drúgvari demokratiskari siðvenju og virðing fyri fólkaræðinum er hetta í sálvum sær eingin vandi. Talan kann enntá vera um eina styrki fyri fólkaræðið. Er talan hinvegin um intolerantar smáflokkar við fordøming og fundamentalismu í skyldri, eiga vit at tala at. Hetta er júst tað, sum er hent hjá okkum, at ein flokkur, ið hevur tikið patent uppá kristindómin hevur fingið lutfalsvís sera stóra ávirkan á føroyskan politikk og roynir at seta tíðina aftur á ávísum økjum. Hetta er ikki heilsugott fyri fólkaræðið. Tað er heldur ikki gott fyri fólkaræðið, at stórir flokkar geva slíkum smáflokkum stóra ávirkan bert fyri at varðveita valdið og halda øðrum stórum flokkum uttanfyri.

Tað eru onnur viðurskifti, ið eisini eru til bága fyri fólkaræðið t.d. hetta, at ávísir tingmenn og lutvíst flokkar við í dagliga tingarbeiðinum bera seg at á ódemokratiskan hátt. Vit hugsa um tað ófantaliga arbeiðslag, sum samgongan í fíggjarnevndini sýndi undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2003. Hesin arbeiðsháttur avdúkaði vanvirðing fyri grundleggjandi demokratiskum virðum og princippum. Hesin sami arbeiðsháttur avdúkaði, at partar av samgonguflokkunum ikki taka sína uppgávu í álvara. Hesin margháttligi arbeiðsháttur avdúkaði, at ávísir tingmenn eru til reiðar at nýta síni mandat í innanflokks maktstríði og til at vinna partamonnum og politiskum mótstøðumonnum neisur. Víst kunnu teir sum tingmenn loyva sær slíkan atburð. Men er hetta gagnligt fyri fólkaræðið? Svarið er eftir okkara tykki nei. Fólkaræðið er samstarv. Samstarv innanflokka eins væl og millum andstøðu og samgongu. Soleiðis, sum samgongan ber seg at við innanhýsis klandri og við at seta andstøðuna uttan fyri alla politiska ávirkan ger hon seg inn á sjálvt støðið undir fólkaræðinum og hetta er bæði harmiligt og átaluvert. Vónandi síggja vit eitt betri fólkaræðiligt arbeiðslag í komandi ári. Sosialurin ynskir við hesum øllum føoyingum eitt gott nýggjár. Blaðið kemur út aftur fríggjadagin 3. januar.