ODDAGREIN: Fólkaflokkurin og fullveldið

ÚTVARPIÐ visti mikudagin at siga frá føroysku tíðindastovuni í Keypmannahavn, at danski forsætisráðharrin helt seg hava sæð nýggjar tónar frá landsstýrinum í fullveldismálinum. Hann sipaði her til úttalilsi hjá landsstýrismonnum eitt nú her í blaðnum.

TAÐ, sum her m.a. verður sipað til, er grein og samrøða um fund vesturi í Vágum, har tveir av landsstýrismonnum fólkafloksins úttalaðu seg um fullveldismálið. Hesir søgdu, at tað nú var uppá hægstu tíð at fáa eina ella aðra vend í hesum máli, soleiðis at nakað meira ítøkiligt kundi spyrjast burtur úr. Verandi samráðingarháttur hevði spælt fallitt osfr.


HVUSSU danski forsætisráðharrin velur at uppfata og tulka úttalilsi frá føroyskum politikarum er sjálvandi upp til hansara. Hóast her var talan um avgjørd úttalilsi, so er tað sum so einki nýtt í hesum. Tí tað, sum varð sagt á fólkafloksfundi í Vágum er nakað av tí sama, sum fleiri framstandandi fólkafloksmenn hava borið uppá mál nú í eina tíð. Vit hava hoyrt hesi signalini av tingsins røðarapalli ikki bert einaferð men fleiri ferðir í ymsum innpakningi sjálvandi. Sum hevur verið meira bersøgið og líkaút, meðan annað hevur verið pakkað eitt sindur inn. Bara afturvendandi orð løgmans um, at vit mugu hava eina breiða semju tvs. at andstøðan ella her serstakliga Javnaðarflokkurin má vera við í víðari tilgondini bera jú á sama bógv: nevniliga at fólkaflokkurin - hóast samdur um endamálið - kortini ikki er so samdur við Tjóðveldisflokkin um mátan, sum vit røkka hesum endamáli.


TAÐ er uppá tíðina, at Fólkaflokkurin ger greitt, hvat hann leggur í eina breiða semju og spurningurin er, um tað ikki nettupp er hetta, ið nú verður útkrystaliserað við meira konkretu úttalilsunum hjá tveimum av Fólkafloksins oddamonnum. Tí kundi ein einsvæl sagt, at tað sum so einki nýtt er í tí, sum er komið frá á einum fólkafloksfundi í Vágum, annað enn, at vendingin hjá løgmanni - BREIÐ SEMJA - her fær veruligt innihald. Í hesum sambandi er eisini rætt at vísa til úttalilsi hjá fyrrverandi fólkaflokspolitikarum eitt nú Birgir Danielsen um hetta sama - at ein stórur partur í Fólkaflokkinum og tað m.a. baklandið hjá verandi politikarum og landsstýrismonnum floksins ynskir aðra kós í fullveldismálinum enn ta kós, sum Tjóðveldisflokkurin heldur fast um. Harfyri ber kortini til at vera samd um endamálið.


Spurningurin er ikki, um ávísir fólkafloksmenn hava verið ov opinskáraðir ella um blaðmenn hava yvirtulkað ella yvireksponerað teirra úttalilsi. Spurningurin snýr seg um, hvat fólkaflokspolitikarar veruliga meina um fullveldisgongdina. Tað nýtast so hvørki blaðgreinar ella veljarafundir til at avdúka tað. Tá kundi Ríkisumboðið einsvæl umsett tað somu fólkafloksmenn bera fram á tingsins røðarapalli, um enn tað er eitt sindur betri innpakkað. Til teirra, sum vilja leggja føroysku pressuna undir at leggja fót fyri samgonguna í samráðingunum við danir er bert at siga: hetta er skeiv adressa. Rætta adressan er Fólkaflokkurin, sum ikki er fullsamdur við Tjóðveldisflokkin í, hvussu fram eigur at verða farið. At danski forsætisráðharrin loksins hevur uppfangað hetta signalið er bert teimum fólkafloksmonnum, sum eru ósamdir við tjóðveldislinjuna, fyri at takka.