ODDAGREIN: Fólkaflokkurin fær toyggið

So fingu vit aftur eina velj­ar­a­kann­ing, sum gevur samgonguni eina stóra aftur­gongd – 6,2 prosent. Men sam­gongan varðveitir kortini meiri­lutan, sum tó er mink­að­ur nið­ur á ein tingsess í móti teimum trimum, sum sam­gongan hevði í meir­iluta, tá hon varð skipað fyri trim­um mánaðum síðani.

Tað sum kortini kann undra er, at tað er Fólkaflokkurin sum leggur rygg til størstu aft­ur­gongdina. Allir flokk­ar­nir í samonguni ganga aftur, men mest Fólka­flokk­ur­in, sum miss­ir hálvt­fjórða pro­sent, með­an teir smá­u flokk­arnir ganga aft­ur við ávika­vist 1,0 og 1,4 pro­sent­um. Sam­bands­flokk­ur­in gongur 0,3 pro­sent aft­ur.

Tað er ikki so løgið, at samgongan gong­ur aftur eftir allar tær á­koyr­ing­ar, hon hev­ur fing­ið. Men tað sum kort­ini undr­ar er, at tað er Fólk­a­flokk­urin, sum gongur mest aft­ur, meðan Sambandsflokkurin so at siga verjir borg.

Av onkrari orsøk vilja veljarar Fólk­a­floksins ikki løna honum, at hann hevur fingið eitt av høvuðsmálinum hjá flokkinum ígjøngum – flatskattin. Um vit eru samd við Fólkaflokkin ella ikki, so er tað eitt politiskt bragd, sum flokkurin hevur framt við at fáa hetta málið samtykt so skjótt og so lætt.

Hinvegin hevur Sam­bands­flokku­r­i­n einki fingið burt­ur­úr. ­Flokkur­in fór til val upp á at hækka blokkst­uð­ulin við 200 milli­ón­um. Hendan ætlanin mis­eydn­að­ist. Fólka­flokk­urin er spei­rik­in við, at hann hevur kú­vent í loys­­ing­­ar­­máli­num, er vorðin ein sam­bands­flokk­ur, sum fer til Danmarkar at bidda peng­ar. Men øll vita, at hetta hevur bara verið spæl fyri gallarínum. Men kanska veljararnir hjá flokkinum ikki hava fatað hetta?

Hinvegin er tað Sambands­flokk­ur­in, sum hev­ur vunn­­ið upp á at reka fólk­a­floks­pol­i­tikk, með­an Mið­flokk­ur­in og Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in tapa – kanska upp á at selja sína sál fyri vald­ið.
Framgongdin ­hjá Tjóðveldinum og Javnað­ar­flokki­n­um eru stór, men tó ikki sannførandi. Fak­fel­øg­ini hava ikki lønt hesum flokk­u­num fyri stuðulin, tey fingu und­ir verk­fall­inum ella undir flat­skatta­orr­ust­uni. Ella var nakar stuðul til fak­fel­ags­rørsl­una haðani?

Eingin flokkur fór upp á barri­kad­ur­nar hjá fak­fel­øg­unum og tal­aði teirra søk. And­s­tøðuflokkarnir vóru ó­greiðir – og ann­að­hvørt dugdu teir ikki ella vildu teir ikki stilla seg øksl móti øksl við fak­fel­øg­unum.

Tá tann ágangur, sum lands­stýr­is­sam­gong­an hev­ur ført móti fak­fel­øg­u­num sein­astu tíðina ikki fær tey at stuðla Javn­að­ar­flokk­i­num og Tjóð­veld­is­flokk­i­num, so má tað vera tí, at hes­ir flokk­ar ikki røkja á­­hug­a­m­ál verk­a­fólk­sins bet­ur, enn Sam­bands­flokk­ur­in og Fólka­flokk­ur­in.