Vit hava fyrr á hesum stað víst á, at vit hava skipanir í Føroyum og í Danmark sum beinleiðis lokka nýútbúnar føroyingar at verða verandi í Danmark, meðan tey leita sær eftir arbeiði, heldur enn at flyta heim til Føroya.
Okkara arbeiðsloysisskipan er slett ikki fyri nýútbúgvin fólk – um tey so koma úr Føroyum ella uttanlands. Hetta er ein veikleiki, tí í eitt nú Danmark hava tey a-kassa sum loftar nýútbúnum fólkum, sum fáa slakar 14.000 krónur um mánaðin, meðan tey í Føroyum fáa 0 krónur. Hví tá flyta heim til Føroya?
Tingkvinnan Eyðgunn Samuelsen hevur lagt fyri tingið uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, um at fyrireika og at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, ið ger tað møguligt hjá lesandi at koma í ALS eftir loknan lestur.
Galdandi skipan loyvir ikki hesum. Men fyri tað um skipanin er so stirvin, so er ikki vist, at hon ikki kann broytast. Og tað er júst tað, sum er uppgávan hjá politikarunum, at gera okkara skipanir soleiðis, at tær ikki reka fólk av landinum – ella beinleiðis forða fólki at flyta heimaftur.
Tann stóri trupulleikin er, at fólk ikki kunnu tekna seg í arbeiðsloysisskipanina, meðan tey søkja arbeiði eftir loknan lestur. Og tá er tað líka mikið, um tey hava goldið nógv í skipanina, áðrenn tey fóru undir lesturin, um tað er var her heima ella uttanlands.
Loysunarorðið hjá landsstýrinum upp á allar slíkar spurningar er búskaparvøkstur, sum nærmast er vorðið ein floskul. Tað skerst ikki burt, at politikarar mugu gera nøkur ítøkilig tiltøk til tess at fáa fólk at flyta heimaftur til hetta landið, so fólkatalið ikki minkar til óbótaligan skaða.
Hetta málið, um at tryggja teimum, sum júst hava nomið sær útbúgving, fíggjarligt grundarlag, meðan tey skulu finna sær arbeiði og finna seg til rættis í okkara samfelag, er ein trupulleiki, sum ikki má undirmetast.
Annað er so tað, at gott hevði verið við eini nágreiniligari gjøgnumgongd av, hvør tørvur er á hvørjum útbúgvingum, sum fólk kundu fyrihildið seg til, tá tey velja sær útbúgvingarleið.
Men í øllum førum eiga øll segl at verða sett soleðis, at hesin trupulleikin verður loystur á einhvønn hátt. Kanningar vísa, at 150 ikki velja at flyta heimaftur ? hvørt ár. Hetta er eitt ov stórt tilfeingi at lata fara fyri skeytið...










