Fiskavirking var eitt politiskt projekt frá byrjan og harvið eisini eitt politiskt býtisbarn. Landið hevur nú royndir við at reka fiskavirking og hevur eisini mist nógvar pengar upp á projektið, sum helst var neyðugt tá. Helst kundi hesin truplleikin verið handfarin øðrvísi tá, men vit kunnu so bara taka útgangsstøði í støðuni, sum hon er beint nú.
Og hon er ikki góð hjá teimum, sum nú hava mist síni størv. Men tað er kortini vón fyri framman, tí bæði virki og skip fara í gongd aftur, og vónandi so skjótt sum gjørligt. Landið fer eftir øllum at døma einki at gera við at endurstovna felagið, og harvið er tað litið upp í hendurnar á vinnuni sjálv at finna útav.
Ein stórur munur á kreppuni í dag og henni í nítiárunum er Arbeiðsloysisskipanin, sum nú hevur nógvar pengar. Tað er ein troyst, at starvsfólkini kunnu koma í hesa skipan beinanvegin, men tað stendur ein stór uppgáva fyri framman hjá fakfeløgunum, sum eisini eiga at lofta sínum limum. Hetta er helst tann størsta avbjóðingin hjá Samtaki.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag nevndi, at landið eigur at traðka til, har tað privata ikki røkkur, og hon helt, at landið tí hevur eina skyldu at vera við í eini eindurreisn so ella so.
Tað er púra rætt, sum hon sigur, at vit ikki mugu koma í ta støðu, at virki og skip fara at liggja still í longri tíð. Skiftirættarfundur verður fríggjadagin í næstu viku, og fyri ta tíð hendir valla nakað. So er bara at vóna, at ein endalig loysn kann finnast sum skjótast - og hon verður helst, at virki og skip verða seld hvør sær, tí politiski boðskapurin er púra greiður, at landið fer ikki at keypa.
Ein fyribilsloysn kann sjálvandi verða, at onkur fer at leiga virki og skip fyri at reka tað víðari til ein endalig loysn verður funnin. Tað er óiva ein møguleiki, sum bústjórarnir arbeiða við.
Tað er í øllum førum vist, at fleiri góðar kreftir mugu arbeiða saman í hesum máli, til tess at fáa gongd aftur í virki og skip sum skjótast.
Ein annar trupulleiki, sum kemur í kjalarvørrinum á kreppuni hjá Fiskavirking er, at nógv fólk koma at liva undir fátækramarkinum, sum tó ikki er ásett. Ingeborg Vinther vísir á, at fólk sum hava verið í fiskavirkisskipanini koma nú at fáa eina 30-40 krónur um tíman frá ALS, og tað kann eingin liva fyri.
Her stendur ein stór uppgáva fyri framman hjá politiska myndugleikanum.