Oddagrein·Eru teir við at vakna?

Einaferð enn er líkt til, at okkurt fer at henda á íbúðamarknaðinum. Higartil hevur politikkurin hvørki verið miðvísur ella skapandi. Ikki síðani í 1978 er nakað munagott hent, tá lógin um Íbúðagrunnin varð samtykt

Tey, sum eru tilvitandi á hesum øki, hava tí hug at vóna. Orsøkin er, at landsstýrismaðurin í trivnaðarmálum tykist skilja, at nú má okkurt henda á hesum øki. Øll, sum fylgja við á íbúða- ella sethúsamarknaðinum, ásanna, at í løtuni ræður lógloysi ? anarki ? í hesum samfelagsmáli.

Íbúðir og hús ? serliga í høvuðsstaðnum ? verða seld ella leigað fyri himmalhøgar prísir. Prísir, sum einki hava við byggikostnaðin at gera. Tað er ikki óvanligt, at smá kømur verða leigað fyri 3000 krónur um mánaðin. Og dømi er um, at byggimeistari, sum hevur keypt bíligt øki frá kommununi, selir 40-50 fermetra stórar íbúðir fyri einar 800.000 krónur. Tvíhús fara fyri 1,4 mió.kr. og meiri.

Hetta merkir, at ein vanlig familja við eini meðalinntøku ongan møguleika fyri at seta búgv. Tíansheldur hava einstaklingar ? eitt nú einsamallar mammur við børnum ? vón um at kunna seta fót undir egið borð. Harafturat eru tað onnur í samfelagnum, sum ikki hava møguleika at fáa lán, t.d. vegna vantandi arbeiðsføri.

Tað er tí í tøkum tíma, at nakað hendir, so vit kunnu skipa ein miðvísan íbúðapolitikk. Eftir tí, sum er komið fram, verða eigarar og leigarar ikki javnsettir. Men sambært Útvarpinum eru bæði politikkarar í samgongu og í andstøðu samdir um at skipa so fyri, at tað skal bera til hjá íbúðafeløgum, m.a. sjálvsognarstovnum, at byggja leiguíbúðir við somu møguleikum sum eigarar hava.

Ein sum byggir síni sethús, fær bæði rentustuðul og kann draga mvg´ið fyri handverkið frá. Tað fær eitt íbúðafelag ikki. Tí verður leigukostnaðurin so høgur, at rennur hann seg ikki í leigu-hámarkið hjá Leigunevndini, so er avmarkað, hvør hevur ráð at búgva í slíkari íbúð.

Bæði andstøða og samgonga kann skuldsetast fyri vantandi politkk á hesum øki, so tað áliggur báðum pørtum at fremja ein ítøkiligan íbúðapolitikk. Samstundis má leigulógin endurskoðast og fáast at virka fyri alt landið, so vit sleppa úr tí lógloyvi, sum í løtuni ræður.

Í løtuni er einki veruligt krav um leigusattmálar. Íbúðir ella kømur skulu iki góðkennast sum mannabústaður. Og tað er sum harraguðveit við, hvør gevur upp leiguinntøku. Tí kunnu vit staðfesta, at her er bæi talan um ein svartan marknað og ein meiri og minni mannminkandi støðu fyri eitt annars sosialt framkomið samfelag!

Sosialurin