Sambært fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum, so fer landið at rinda kommununum 372,1 milliónir krónur fyri at yvirtaka eldraøkið.Men hetta er ikki nóg mikið, hava kommunurnar víst á.
– Talið, sum fíggjarmálaráðharrin borðreiðir við er eina 30-40 milliónir krónur ov lítið, sigur borgarstjórin í Vestmanna.
Stóri spurningurin er so, hvussu avgerandi tað er fyri eldraøkið, at kommunurar yvirtaka.
Taka vit aftur borgarstjóran í Vestmanna, so vísir hann á, at støðan bara er versnað hesa tíðina, skriftandi almannamálaráðharrar hava lovað betri umstøður til tey gomlu.
– Vit vilja, og vit kunnu gera tað betri, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna við blaðið í dag.
Sum grundgeving fyri at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita verður sagt, at tænastan verður betur, tí avgerðirnar verða tiknar tættari borgarunum. Men er tað nú vist, at tað er so heppið?
Í fleiri ár hevur verið roynt at skipað landið við færri kommunum. Samstarvsøki eru gjørd, soleiðis at smáar kommunur kunnu verða í størri eindum, tá tað ikki ber til at fáa færri kommunur.
Hóast semja er um, at eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar, so er stríðsmálið, sum ikki einaferð, pengar. Kommunurnar halda uppá, at landið rindar ov lítið og vilja tryggja sær sær eina upphædd, sum liggur einin 10 prosent oman fyri ta upphædd, sum stendur í fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, sigur seg tó vilja rinda ta upphædd, sum tað kostar kommununum. Hann leggur kortini dent á, at hann fer ikki at krevja meira enn tað inn í skattum og avgjøldum og geva kommununum fyri síðani at lata kommununum pengar, tí tær ætla at brúka meira pengar upp á eldraøkið, enn gjørt verður nú.
So er spurningurin, um kommunurnar duga betur at húsast við teimum somu pengunum, enn landið dugir...?