Men nú er vend komin í, og tað hevur veruliga eydnast løgmanni á fundi í Bruxelles í síðstu viku við ES kommisserurin í granskingarmálum at fáa gongd á málið. Hetta merkir við øðrum orðum, at ES kommiserurin í granskingarmálum, Janez Potocnik, hevur givið politiskt lyfti um føroyskan atlimaskap í ES granskingarskipanini FP7. Løgmaður hevur alla orsøk til at fegnast um hetta framstig, tí atlimaskapurin í FP7 fer at hava ómetaliga stóran týdning fyri gransking í Føroyum. Men løgmaður hevur aðrar orsøkir til at fegnast, tí hann hevur her framt eitt satt diplomatiskt bragd, sum hann eigur stóra viðurkenning fyri. Hetta so mikið meira, sum nógv bendir á, at tað í uttanlandsfyrisiting løgmanns ikki hava verið stórar vónir um eitt jaligt úrslit í hesum máli yvirhøvur.
Samantikið kann staðfestast, at løgmaður á uttanlandspolitiska økinum hevur stór úrslit at vísa á eitt nú atlimaskap í FAO, og nú dyrnar opnar fyri atlimaskapi í sjeyndu rammuprogramminum. Tað næsta, sum hendir, er , at ES Nevndin leggur eitt uppskot til samráðingarheimild fyri Ráðharraráðið. Eftir at samráðingarheimildin er góðkend, fara Føroyar og ES undir samráðingar um ein sínámillum sáttmála, ið ásetur, at Føroyar verða atlimur í FP7. Sáttmálin verður síðan lagdur fyri Ráðharraráðið og Løgtingið til góðkenningar.
Hví hevur hetta mál so stóran týdning og hevur hetta yvirhøvur nakran praktiskan týdning fyri Føroyar eru tað mong, sum spyrja. Svarið er, at landsins myndugleikar langt um leingi tykjast at hava ásannað, at gransking og nýmenning eru altavgerandi fyri framgongd og menning í nútímanssamfelagnum. Føroyar eru í ferð við at flyta seg frá at vera eitt vøruframleiðandi samfelag til eitt vitanarsamfelag. Í hesum samanhangi er gransking ein avgerandi táttur. Føroysk gransking er komin á eitt vegamót, har tað er altavgerandi at sleppa longur inn í altjóða granskingarsamstarv. Í hesum høpi er seynda rammuprogrammið hjá ES av alrastørsta týdningi. Her er tí talan um eitt veruligt framstig, sum øll eiga at fegnast um.
Sosialurin