ODDAGREIN: Ein óverdugur landsstýrismaður

Mangt verður í neyðini nýtt. Serstakliga tá man sjálvur hevur komið sær í trupulleikar. Tað er undirbrotliga, lygnaktuga og ómansliga avsannanin hjá landsstýrismanninum í mentamálum av sínum egnu úttalilsum í Sosialinum eitt gott dømi um. Málið er hetta: Eftir at Torbjørn Jacobsen hevði kunngjørt, at grundlógardagurin ikki longur er frídagur, finst løgmaður at honum. Blaðmaður okkara fær viðmerkingar frá báðum tveimum.

 


andsstýrismaðurin, ið er kendur fyri síni avgjørdu úttalilsi, heldur seg heldur ikki aftur hesaferð. Løgmaður fær av at vita. Landsstýrismaðurin gloymir bara, at løgmaður er hansara arbeiðsgevari. Tá leiðslan í Tjóðveldisflokkinum fær frænir av, hvat landsstýrismaðurin hevur sagt um løgmann, fer hetta ísakalt niður eftir rygginum. Hetta má steðgast, áðrenn tað kann fáa avleiðingar.


Formaður Tjóðveldisfloksins bønar tí blaðið um ikki at koyra úttalilsini í blaðið. Blaðleiðslan svarar aftur, at blaðið er farið til prentingar, og hevur annars onga haldgóða orsøk til at skula taka úttalilsi hjá einum landsstýrismanni í einum máli, har hann sjálvur hevur lagt upp til konfrontatión við løgmann, aftur - bara fyri at bjarga hesum landsstýrismanni sessin. Bløðini eru ikki ansingarstovnar hjá landsstýrismonnum. Teir avgera sjálvir, hvat teir vilja hava út í miðlarnar og mugu tí eisini taka fullu avleiðingarnar av tí. Men tað vildi Torbjørn Jacobsen ikki, og tá hann sá, at hann var gingin løgmanni ov nær, bað hann Sosialin um ikki at prenta samrøðuna. Hann vildi sostatt ikki standa við tað, hann annars hevði sligið fast við sjeytummaseymi. Men ov seint var. Samrøðan var farin gjøgnum maskinaríið. Hetta er eitt mál um, at ein landsstýrismaður má vera maður fyri at taka avleiðingarnar av sínum egnu orðum og gerðum.


Men tað tordi hann ikki. Landsstýrissessurin og maktin vóru meira verd enn æran og trúvirðið. Nú ráddi um at handla skjótt og forða fyri, at løgmaður koyrdi mannin frá. Tá blaðið liggur í blaðsølunum fær útvarpið avsannan og treytaleysa umbering frá landsstýrismanninum. Við øðrum orðum etur tann so meinfýsni landsstýrismaðurin øll orðini í seg aftur, men á ein slíkan ómansligan hátt, at hann nú bráddliga ikki vil kennast við sítt egna barn. Hetta er tann mest jánkasliga og feika avgerðin, ið nakar landsstýrismaður hevur tikið í føroysku politisku søguni: »Undirritaði hevur ongantíð brúkt hetta orðið (leigursveinur um løgmann, red) og kundi eiheldur nakrantíð funnið uppá tað« og »tí verða tey orð, eg eri siteraður fyri, hervið avsannað treytaleyst«. Maðurin, ið ongantíð hevur hildið seg aftur at siga sína hugsan og standa við tað hann meinar, kemur nú við eini loddrættari lygn og leggur blaðið undir at siga ósatt. Øll vita, eisini løgmaður, at slík úttalilsi eru landsstýrismanninum lík, og tí er avsannan og umbering fullkomiliga óneyðug. Blaðið stendur aftan fyri hvørt einasta orð blaðmaður okkara hevur sett á blað í hesum máli og kann dokumentera úttalilsini hjá landsstýrismanninum til eina og hvørja tíð.


Sosialurin