Hvat hendir, um vit ikki fremja broytingina nú? So standa vit fyri útheiminum sum ein tjóð, ið loyvir happing av fólki orsakað av teirra kynsliga samleika. Føroyar hava, sum víst varð í grein her í blaðnum fríggjadagin, samtykt ST sáttmálan um mannarættindi. Hetta kann bert merkja, at Løgtingið er mestsum skyldugt at samtykkja broytingaruppskotið.
Ein onnur síða av málinum er okkara altjóða umdømi og tær politisku fylgjur, ið kunnu standast av, at málið fellur. Í síðstu viku var mestsum rok í Norðurlandaráðnum av hesum máli, sum nú orsakað av eini undirskriftsherferð er komið í altjóða fokus. Undir spurnarorðaskifti í Norðurlandaráðnum gjørdu norðurlendskir tingmenn vart við, at støðan í Føroyum hóttir okkara limaskap í ráðnum. Tað líkist ongum at hótta eina brøðratjóð á hendan hátt, og tann ræðumynd, sum nú verður teknað av Føroyum í donsku pressuni, tænir ongum endamáli.
Hinvegin er hetta ein sera álvarsom støða, ið nú hevur tikið seg upp. Tingmenn eiga at hava hesi viðurskifti í huga, tá ið teir atkvøða í morgin. Tingmenn skulu ikki stinga upp fyri hóttum. Men hinvegin hava teir skyldu at tryggja, at vit halda altjóða avtalur og grundleggjandi mannarættindi. Her sleppst tí ikki uttanum at samtykkja uppskotið, um vit skulu halda ST samtyktina um mannarættindi, sum tingmenn sjálvir áður hava samtykt.
Sosialurin