ODDAGREIN: Ein sjálvsøgd viðurkenning

Fyri sløkum 19 árum síðani slitnaði ein landsstýrissamgonga, tí at eitt ískoyti til grein 266 b í revsilógini var borið niðan í tingið. Mikið rumbul stóðst av hesum sum førdi við sær, at tey samkyndu framvegis ikki eru vard í revsilógini.

Javnan hevur kjakið verið frammi, og tað er láturligt – men oftast grátuligt – at fylgja orðaskiftinum. Tað er tokutala, tá tingmenn tosa um at generalisera lógargreinina við at koyra allar bólkar út – og ongan nevna positivt. Heilt margháttligt verður tað, tá ein bláoygdur sambandstingmaður ætlar sær í Fólkatingið at fremja hesa broyting.

Seinastu vikurnar hava vit frætt um harðskap móti samkyndum, sum kundi verið steðgaður og revsaður við nevndu lógarbroyting.

Tað er tí at fegnast um, at løgmaður hevur meldað so greitt út í hesum máli, hvat hann heldur, at løgtingið eigur at gera. Tað er eisini at fegnast um, at sjey tjóðveldistingfólk leggja málið fram aftur á ting – og eitt herðaklapp eiga Hergeir Nielsen og Páll á Reynatúgvu fyri at tora at viðganga, at teir nú hava skift hugsan og atkvøða fyri uppskotinum.

Tað er einki annað enn nátúrligt, at allur Javnaðarflokkurin atkvøður fyri einum slíkum uppskoti. Men valla livir flokkurin upp til vøkru hugsjónina um tollyndi við teirri tingmanning, flokkurin hevur. Sannlíkt er tó, at menn sum Henrik Old og Sverre Midjord fara at gera sum Páll og Hergeir.

Tað er eisini at fegnast um, at bispur eisini er fyri, at samkynd verða vard í revsilógini. Hetta man fáa onkrar sambandstingmenn at hugsa seg um enn einaferð – og saman við Poul Michelsen og kanska onkrum øðurm við í Fólkaflokkinum, so sær út til at minnilutin verður til meiriluta – og at tey samkyndu hereftir verða vard í revsilógin.

Tað hevði tænt okkara samfelag - nú vit skriva 2006.