ODDAGREIN: Ein sjálvsøgd staðfesting!

Loksins varð lok lagt á málið um undirgrundina, eftir at danska Ekstrablaðið royndi at finna eina góða søgu um, at Poul Schlüther skuldi hava latið av hondum virði fyri 360 milliardir krónur ? sum statskassin átti.

 

Fyri føroyingar er tað einki nýtt, hvussu mannagongdin var viðvíkjandi undirgrundarsamráðingunum, men fyri danir kann hetta kanska tykjast ørkymlandi. Men havast skal í huga, at hetta fór fram, áðrenn Føroyar komu í yvirskriftirnar í donsku miðlunum eftir búskaparskrædlið í 1992/93.

Tað hevur ongantíð valdað ivi um, at undirgrundaravtalan er endalig, og at hetta ikki kann broytast. Út frá hesum hava bæði føroyskir og danskir myndugleikar handlað, eins og altjóða oljufeløgini.

Allir føroyskir politiskir flokkar hava eisini handlað út frá hesum, sjálvt Tjóðveldisflokkurin, sum nú í fullveldisherferðini royndi at rumbla eitt sindur um, at danir kundu taka aftur undirgrundina.

Danski forsætisráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, og andstøðuleiðarin, Anders Fogh Rasmussen, siga við ein munn, at undirgrundaravtalan verður ikki rørd. Føroyingar eiga alla oljuna í undirgrundini, eins og inntøkurnar av henni. At rørt undirgrundaravtaluna av nýggjum hevði verið at borið seg at sum ein gomul kolonimakt, staðfestir møguliga komandi forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen.

Eingin ivi er um, at høvdu danir nortið hesa avtalu, hevði avleiðingin verið, at danir fingu heimssamfelagið upp á nakkan, og at sjálvt Sambandsflokkurin hevði umhugsað støðuna í ríkisfelagsskapinum.

Eftir eru so bara ekstremistarnir í Danska Fólkaflokkinum og ávísir føroyingar ? ið vilja gera alt fyri at skaða ríkisfelagsskapin ? sum vilja halda uppi hesum endamálsleysa orðaskifti?