Oddagrein: Ein øðrvísi røða

Nýársrøða løgmans var sera fjølbroytt og fevndi um nógv ymisk evni, eitt nú sjálvræði, altjóða viðurskifti og altjóða samhaldsfesti, vinnulívið, borgaran og børn og ung, visión 2015, undirstøðukervið, framtíðarútlit, felags virði.

Løgmaður vísti á, at vit eru miðskeiðis í eini avbjóðandi og spennandi tíð, sum krevur av okkum, at vit svara stórum spurningum  eitt nú um størri sjálvræði, um okkara pláss í altjóðasamfelagnum, um samstarv við ES, Hoyvíkssáttmálan, um virðir, vit ynskja at varðveita, og hvussu vit skapa tað góða samfelagið  samfelagið fyri øll. Hann nevndi nøkur ítøkilig dømi t.d. yvirtøkulógina, sum ger, at vit kunnu yvirtaka málsøkir, nær og tá vit vilja og uttanríkispolitisku lógina, sum ger, at vit kunnu vera virknari og sjónligari í uttanríkispolitikki. Við hesum er tað nú upp til okkum sjálvi at gera av, hvussu farast skal fram í sjálvstýrismálinum. Tað nýggja var annars, at uttanríkspolitiska heimildarlógin nú er fráboðað ST og at sjálvsavgerðarrætturin hjá Føroya fólki við fráboðanini er staðfestur í altjóðasamfelagnum. (
Løgmaður umrøddi eisini støðuna í vinnulívinum og vísti á, at við kumuleringsavtaluni við Es verður rávørugrundarlagið hjá okkara fiskavirkjum víðkað, soleiðis at vørur, sum vit keypa úr øðrum londum, kunnu virkast í Føroyum. Hann nevndi bygnaðarligu trupulleikarnar hjá flakavinnuni. Hann undirstrikaði, hvussu umráðandi tað er, at vit støðugt skapa nýggjar vinnumøguleikar her heima, eins og vit eisini bjóða okkum fram í útlondum. Nevnd vóru dømi um føroysk framtøk og áhugavert var, at løgmður í hesum høpi nevndi ikki bert handil, vinnu, kunningartøkni, men eisni sniðgeving og tónleik. Eisini listin var tikin fram og hetta er nakað heilt nýtt gamalárskvøld: At skapandi megin er stór í okkara fólki, prógva eitt nú tónleikafestivalarnir, og tær mongu útgávurnar av fløgum, bókum og listarverkum. Sera jaligt má ásannast! (
Løgmaður kom eisni inn á støðuna hjá tí einstaka menniskjanum í samfelgnum. Vit mugu alla tíðina festa sjónina á einstaka borgaran, ... Okkum tørvar allar samfelagsbólkar í nýmennandi framtøkunum fyri land okkara segði hann og nevndi beinleiðis eina røða av samfelagsbólkum. Brúk er fyri øllum og øll skulu hava møguleikar at mennast og trivast. Adressan her var púra klár og tað tænir løgmanni til heiðurs, at hann nýtir sjálva nýársrøðuna til at minna á, at vit skulu øll kunna vera her, og at vit hava í løtuni trupulleikar við tollyndinum. Og løgmaður helt fram: Tað er tað, sum Visjón 2015 snýr seg um: At skapa grundarlagið fyri vælferðini hjá tí einstaka borgaranum. ((Áhugavert var, at børn og eldri fingu serstaka umrøðu: Evnini hjá børnum okkara - at seta saman av nýggjum, at royna tað, sum ikki er roynt áður, og at stremba eftir at vilja vita - verða avgerðandi fyri, hvussu vit fara at standa okkum í framtíðar kappingini. .... Okkum tørvar kunnleikan, sum byggir á drúgvu royndirnar hjá eldra ættarliðnum. At lata royndir hjá tí eldra renna saman við virkisfýsni hjá tí yngra, gevur spennandi úrslit. (
Samantikið ein góð, øðrvísi, álvarsom og visoner nýársrøða. Men røðan gekk rundan um politisku trupulleikarnar í samgonguni og sera spentu støðuna millum samgongu og andstøðu. Kanska eigur so at vera eitt tílíkt kvøld. Røða løgmans gamlaárskvøld var ein áheitan á øll um í 2006 at standa saman, luttaka, geva okkara íkast og fegnast um úrslitini, ið vit røkka saman. Hesa áheitan eiga allir politiskir flokkar at taka í álvara. Tónalagið millum andstøðu og samgongu er munandi harðnað seinnu helvt av farna ári. Her er brúk fyri einum betri lagi og tað má bera til at vera ósamdur uttan at nýta ein harðan tóna í politiska orðskiftinum. Men eisini innanhýsis í samgonguni hevur verið ikki sørt av misljóði. Hetta eru tekin, ið løgmaður eigur at taka í fullum álvara og at arbeiða við.
Sosialurin