Íkomin er tí ein heilt nýggj støða. Nú eru tað ikki longur talan um gitingar, men løgmaður hevur sjálvur viðurkent, at hann framdi fíggjarsvikið.
Samstundis verður sagt, at málið varð avgreitt og endað við einari avtalu millum løgmann og Frostvirkið. Ja, tað mugu vit trúgva, tá løgmaður sjálvur sigur hetta. Men samstundis mugu vit vísa á, at slíkt revsivert lógarbrot kunnu partarnir ikki enda við einari avtalu. Eftir (enn) galdani rættarskipan er tað einans ákæruvaldið, sum kann taka slíka avgerð, uttan at málið hevur verið viðgjørt av einum dómstóli.
Nei, Tjóðveldisflokkur og Høgni Hoydal, talan er ikki um eitt tilvildarligt persónsmál, men um politik, moral og ikki minst almennu rættarkensluna, tá tað kemur fram, at Føroya løgmaður hevur framt lógarbrot, enntá groft lógarbrot. Øll vita, at tað ber ikki til hjá Palleba ella Marsannu at gera enda á eitt nú fíggjarsviki mótvegis Almannastovuni ella skattavaldinum við einari ?avtalu? millum partarnar. Í slíkum førum fellur hamarin náðileysur við harðari revsing, hóast talan í slíkum førum einans kann vera um nakrar fáar krónur.
Tey eru mong, sum higartil hava tikið undir við yvirtøku av løgreglu og rættarskipanini, sum nú fara at venda hesum baki, um Tjóðveldisflokkurin ikki tekur eina greiðari støðu í hesum máli. Tí væntar flokkurin veruliga, at føroyingar skulu góðtaka eina rættarskipan undir fullveldinum, har munur verður gjørdur á landsins borgarum? Tað sýta vit enn at trúgva. Støðan hjá teimum smærru samgonguflokkunum er ikki verd so frætt sum eina viðmerking.
Sosialurin