Oddagrein· Dirvi og áræði á Føroya Tele

Tað gerst øllum meira og meira greitt, at føroyingar í vaksandi mun skulu liva av vitanarframleiðslu. Henda gongd, sum vit bert í ávísan mun eru harrar yvir, stendst av altjóðagerðini og kappingini frá láglønarlondum. Til tess at fóta sær í hesum sterka og óvendandi ráki er neyðugt, at nakrar grundleggjandi fortreytir eru til staðar og í lagi. Hetta merkir eitt nú, at skúli og útbúgving eiga at vera høgt raðfest, og hetta merkir, at samskiftis- og KT tøkni til eina og hvørja tíð er millum fremstu í heiminum.

Í hesum høpi er breiðbandsambandið við útheimin av altavgerandi týdningi. Hetta samband og tøknin í hesum høpi skulu hava bestu dygd, sum er atkomulig. Besta breiðbandstøkni- og óavmarkað orka er ein óvikilig fortreyt fyri menning og vøkstri í dagsins og ikki minst morgindagsins samfelag. Vinna, stovnar, skúlar, lærustovnar, fjølmiðlar – alt er heft at hesi tøkni og hesum hentleikum. Hetta rák fer at gerast alt sterkari, sum frá líður.

Tað er tí í tøkum tíma at Føroya Tele hevur tikið avgerð um at gera íløgu i ein nýggjan sjókaðal millum Føroyar, Hetland, Orknoyggjar og Skotland. Við hesum fer Føroya Tele at kunna tryggja brúkarunum teir góðu og tryggu samskiftismøguleikar, sum eru fortreytin fyri, at føroyska samfelagið framvegis skal kunna standa seg í kappingini og støðugt mennast og hava ein sunnan búskaparligan vøkstur. Við nýggja kaðalinum verður tørvurin nøktaður nógv ár fram og hervið fær vinnan ta trygd, sum er neyðug til tess at kunna gera neyðturviligar íløgur og gera menningarstrategiir. Føroya Tele hevur valt ikki at bíða eftir íslendingum, men at vera einsamalt um átakið og íløguna. Tað bar heilt einfalt ikki til at bíða eftir íslendingum. Hetta er púra beint og boðar frá dirvi og áræði. Átakið er neyðugt til tess at hava back up og tryggja brúkarunum eitt trygt samskiftissamband við tí orku, sum krevst. Samantikið eitt átak, ið er øllum samfelagunm til mikið gagn.
Sosialurin