Oddagrein· Clair ? oljurisin á Atlantsmótinum

Clair-oljukeldan vestan fyri Hetland er kanska besta dømið um, at oljuvinna krevur tol. Henda risastóra oljukeldan, sum varð funnin í 1977, hevur ligið í dvala í umleið 27 ár. Til hon í farnu viku alment varð tikin í nýtslu.

Tá Clair keldan varð funnin var hon ein stórhending í oljuheiminum, tí nú varð ein nýggjur oljulandslutur veruleiki. Keldan goymir seks milliardir tunnur av olju. Men tað skuldi skjótt vísa seg, at sera torføru umstøðurnar at fáa oljuna upp og tjúkka oljan talan var um, gjørdi tað ikki lønandi. Mett varð at tað fóru at ganga mong ár, til tøknin varð ment til at kunna fara undir framleiðslu á Clair.

Arbeitt hevur verið við eini útbyggingarætlan í fleiri ár. Nú fyrsti partur av trimum stigum er liðugur, er samlaði kostnaðurin 8 til 10 milliardir krónur.

Hvønn týdning kann so henda oljukeldan hava fyri gongdina og útlitini annars á Atlantsmótinum og her eisini í føroyskum øki! Clair liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Longu nú eru íløgur gjørdar í at menna undirstøðukervið, rørleiðingar eru lagdir á havbotnin frá Clair til Sullom Voe í Hetlandi. Hetta er so bert byrjanin. Men henda byrjan kann gera, at aðrar útbyggingar fara at gerast lønandi. Her verður hugsað um onnur fund, sum eru gjørd men sum einsamøll eru ov smá til framleiðslu. Hugsast kann nú, at feløg fara at hyggja aftur eftir øðrum olju- og gassfundum, sum eru gjørd og talan kann eisini verða um nýggjan áhuga fyri at bora brunnar í nánd av Clair. Her kann nevnast, at annað av føroysku oljufeløgunum, Føroya Kolvetni hevur fingið tillutað loyvi í grannalagnum og hevur ætlanir um at fara at bora longu í ár.

Reint psykologiskt hevur Clair eisini týdning. Tí hesin oljurisin skapar nýtt bjartskygni í økinum. Setir Atlantsmótið í fokus. Oljufeløg fara at leggja betri merki til økið, sum Føroyar so eisini eru ein partur av. Og her eiga vit heldur ikki at gloyma orðini hjá einum av oddafólkunum í Oljufyrisitingini um, at tað kunnu finnast fleiri Clairlíknandi oljukeldur í føroyskum øki eisini. So kanska hetta at lív er fingið í Clairrisan kann vera ein ábending um, at tað ganga ikki so mong ár til líknandi oljukelda tó við betri olju og goymslum kann vera funnin á okkara landgrunni.

Clairkeldan gevur okkum í hvussu er eina sannføring um, at tað krevur tíð og tol at fara undir eina oljuvinnu. Og at tú skal ikki geva upp, hóast tað ikki sær so lovandi út. Miðvíst arbeiði er lykilin til framtíðar oljuvinnu um okkara leiðir. Og tað er júst hetta, sum nú hendir. At ein so stór oljukelda gerst veruleiki so nær okkara marki eigur at fáa okkum at halda fram við leitiarbeiðinum í góðum treysti. Nú verður so við spenningi bíðað eftir, at oljufeløg við ChevronTexaco og Statoil á odda finna ein boripall, sum kann bora við markið í summar. Fleiri avmarkingarbrunnar á Rosebank fundinum hinumegin markið kunnu koma at leggja støðið til týðandi boringar á landgrunninum í 2006 og 2007.

Sosialurin