Seinasta útspælið frá Javnaðarflokkinum svarar til tað, sum longu er vrakað av dønum, siga samgonguumboð. Tað er mikið møguligt, og tað kann so bara aftur merkja, at eingin grundleggjandi ósemja longur er í áskoðan á málið fyri sjálvstýrispolitikkinum. Ósemjurnar mugu sostatt vera um onnur viðurskifti t.d. um búskaparpolitikkin, serstakliga um privatiseringarnar og skattapolitikkin og um almanna- og heilsupolitikkin. Eisini kann tað hugsast, at stóru flokkarnir hava ymsar áskoðanir á ferð og tíðarkarmar í sjálvstøðistilgongdini.
Vit hava áður í hesum teigi nomið við spurningin um breiðu tjóðskaparligu semjuna. Vit hava víst á grundlógarnevndina, sum tað forum, har stórar tjóðskaparligar ósemjur kunnu verða loystar. Vit hava eisini ferð eftir ferð mint á, at løgmaður í síni Ólavsøkurøðu í ár sóknaðist eftir breiðum semjum um tjóðskaparspurningin og um aðar spurningar við. Nú hava allir ikki bert løgmaður eitt einastandandi høvi at finna eina leið í felag fram ímóti eini tjóðskaparligari semju um sjálvstøðu Føroya. Her eru nógv øki, ið semja kundi verið um. Nevnast kann tann stóra yvirtøkulógin, sum skal koma, sum eitt úrslit av Tvøroyaraskjalinum hjá løgmanni og forsætismálaráðharranum. Er hetta ikki eitt upplagt høvi at bjóða eitt nú Javnaðarflokkinum við at loysa hetta kanska tað størsta málið, síðan 1948?
Eitt annað stórmál, ið kann verða nevnt, er uttanríkis- og trygdarpolitikkurin. Her eigur avgjørt at vera funnið fram til eina breiða semju um støðu Føroya í NATO-høpi, um støðu Føroya til ES eins væl og til støðu okkara í altjóðasamfelagnum sum heild. Hesir eru so stórir spurningar, at samgongan kann heilt einfalt ikki loyva sær at taka avgerðirnar á smalast hugsandi støði. Somuleiðis má andstøðan og serstakliga Javnaðarflokkurin hava greið alternativ og greiðar politiskar útmeldingar um hesar spurningar ? nakrir av teimum størstu í nýggjari tíð í Føroyum.
Sosialurin