Oddagrein: Brúkaraumboðsmaðurin og Signar

Tveir menn skuldu saman fáa sær eitt brúkslán. Annar kannaði
møguleikarnar og eftir eini viku fekk hann svar. Jú, lánið kundu teir
fáa. Afturgjaldstíðin var 5 ár. Rentan var 12 prosent, men um lánið
hevði veð í húsunum, kundi rentan verða 9 prosent. Hetta góðtók
makkarin, sum er eitt sindur av einum almennum persóni, ikki. Hann setti seg í samband við fíggingarstovnin. Ein tíma seinri fekk hann svar: lánið kundi gjaldast aftur eftir 10 árum og rentan var 7 prosent.




Er hetta eitt mál, sum ein brúkaraumboðsmaður kann taka sær av? Neyvan.
Men:

Maður og kona keyptu sær ein brúktan bil. Bilsølan segði, at bilurinvar í góðum standi. Men tveir dagar seinri løgdu tey til merkis, at fleiri brek vóru við bilinum. Konan fór til bilsøluna, sum royndi at bera seg undan. Tá maðurin - eitt sindur frammi í almennum høpi - fór til Bilsøluna, lat alt seg gera.

Hetta málið endaði væl, men hetta kundi enda sum eitt brúkaramál.

Grundgevingin hjá Signari á Brúnni og Tjóðveldisflokkinum fyri ikki at taka undir við uppskotinum um ein brúkaraumboðsmann og -stovn er m.a. hon, at landið er so lítið og at vit eru so nær knýtt - brúkarin og handilsmaðurin, bilsølan, sjónvarpshandilin, teldufyritøkan o.s.fr. Hann vísti á, at var okkurt galið, so bar altíð til at fara aftur, og fáa brekið rættað.

Eingin ivi um, at summi fólk, sum hava ein ella annan status í samfelagnum hava lættari við at fáa slíkt ígjøgnum enn maðurin/konan á gøtuni. Tað er umáðandi at gera sær henda veruleikan greitt

Tí endar t.d. ein kendur politikari neyvan hjá brúkaraumboðsmanninum. Hvør vil ikki vera væl við ein politikkara? Ella stjóra? Ella onnur, sum eru nógv frammi.

Men er vanligi borgarin nóg erligur, ágangandi og hevur tað neyðuga dirvi, so gongur tað kanska. Hinvegin, hvussu ofta hoyra vit ikki um øll tey, sum ikki koma til sættis við handilsmannin? Um teldu- ella bilkeyp. Um keypssáttmálar. Við snikkaran um lekandi vindeygu. Við húsasmiðin um hús, sum trekkja ella tekjur, sum leka!

Kappingin er ein góður brúkarastovnur. Tað merkti føroyski brúkarin í kreppuni. Men hvussu er nú?

Skilligt, at tað harmar Hans Paula Strøm, at Tjóðveldisflokkurin ikki
tók undir við uppskotinum um ein brúkaraumboðsmann. Flokkurin
vil kortini hava ein umboðsmann. So er spurningurin: kunnu flokkarnir finna eina semju saman við Sambandsflokkinum, so vit fáa ein brúkaraumboðsmann, sjálvt um ein stovnur ikki verður settur á stovn?

Kann hetta virksemið leggjast undir kappingarráðið, ella sum ein
sjálvstøðug deild undir Umboðsmanninum? Málið er - fyri føroyska
brúkaran - í øllum førum ov gott at detta niður fyri. Tað snýr seg ikki um at mistonkja ella skapa handilsvinnuni trupulleikar. Tað snýr seg um at byggja upp eitt sínámillum álit, ið uppá sikt skal gagna bæði seljara og keypara.

Sosialurin