Hetta eru ikki nýggir tónar frá Jenisi av Rana, og hóast vit gita, at hann treyðugt fer úr samgonguni, so skilja vit væl støðu hansara. Hann kunngjørdi júst hesa støðuna í Sosialinum 4. apríl – og segði tá, at komandi mánaðin fór vísa, hvussu leikur fór. Enn er tó lítið, sum bendir á, at Jenis av Rana fær viðhald í løgtinginum fyri at taka stýrið í ALS av ræði til tess ikki at gera viðurskiftini hjá arbeiðsleysum so ring, sum stýrið fyri ALS mælir til.
Og krøvini frá Jenisi av Rana eru eitt nú, at útgjaldið úr ALS ikki skal lækka, at karensdagar ikki skulu setast í gildi fyri arbeiðsleys, at inngjaldið ikki skal hækka – men at tað skal hækka munandi hjá teimum, sum tjena mest – hann nevndi tey, sum hava fingið stóran skattalætta av flatskatt
inum.
Jenis av Rana segði í stuttum, at hann vil ikki góðtaka, at samgongan letur teimum, sum eru væl fyri, stórar gávur og fer til tey, sum einki hava við rokningini.
Hetta er eitt ikki sørt naivt sjónarmið hjá einum tingmanni, sum hevur stuðlað júst hesum politikki. Endamálið hjá samgonguni er, at øll skulu gjalda líka, einki við at breiðastu herðarnar skulu bera lutvíst meira. Hetta hevur løgmaður skorið út í papp fleiri ferðir, tá hann við glómum í eygunum hyggur upp á fólk – og sigur, at sjálvandi fáa tey við hægru inntøkunum størri skattalætta, enn tey við teimum lágu inntøkunum...
Sambært formanninum í ALS stýrinum, so er lítið sum bendir á, at stýrið kemur við nýggjum tilmæli. Sambært landsstýrismanninum í vinnumálum og formanninum í vinnunevndini, so er lítið, sum bendir ár, at teir fara at taka ALS av ræði. Vinnumálaráðharrin segði við útvarpið, at hann væntaði at finna skilagóðu loysnirnar við fornuftigum práti... Men tað ljóðar lættari sagt enn gjørt.
Jenis av Rana segði her í blaðnum 4. apríl, at næsta stigið hjá honum verður ikki, at hann fer at atkvøða ímóti samgonguni. Næsta stigið verður at biðja farvæl og fara úr samgonguni.
Eitt er í øllum førum vist. Jensi av Rana hevur spælt síðsta trumfin. Bluffar hann hesaferð, so fær trúvirðið hjá honum og Miðflokkinum eitt álvarsamt skot fyri bógvin.