Veljarakanningarnar hava ikki verið mjúkar við Javnaðarflokkin alt hetta valskeiðið, og sambært teimum, so stendur illa til hjá Javnaðarflokkinum. Men hetta kann nú broytast. Ikki tí at Jóannes Eidesgaard skal persónifiserast við afturgongdina hjá flokkinum, men hatta var eitt taktiskt smart trekk, sum flokkurin kann vinna uppá.
Eitt generatiónsskifti júst nú er væl timað. Eitt lítið ár er eftir av valskeiðnum, flokkurin tykist at vera í javnvág organisatoriskt – hóast orrustuna kring Gerhard Lognberg og alt tað høvuðbrýggj, sum hann eisini framyvir fer at volda flokkinum, tí hann tekur tekur sín egna persón fram um flokkin.
Vit hava nevnt tað fyrr á hesum stað, at útgangspunktið hjá Javnaðarflokkinum fyri at fáa eitt rímuligt úrslit til komandi val er nógv betri enn hjá eitt nú Fólkaflokkinum, sum hevur stórar organisatoriskar trupulleikar – serliga nú Poul Michelsen fór úr flokkinum og hildið verður, at hann arbeiðir við at stovna ein nýggjan borgarligan fullveldisflokk, sum skal taka fullveldissinnað fólkafloksfólk og borgarlig tjóðveldisfólk.
Sambandsflokkurin hevur vunnið upp á at standa rimmarfastur um ríkisfelagsskapin og ynski um føroyskan ES limaskap. Javnaðarflokkurin hevur verið heldur ógreiður um ríkisrættarligu støðuna – hóast kjarnuveljarin ynskir, at floksins politikkur í nógv størri mun verður grundaður á eitt samfelag, har tað snýr seg um at tryggja øllum vælferð, heldur enn dreymar um at ráða í egnum húsi – kosta hvat tað kosta vil.
Tað er ein sera royndur politikari, sum nú leggur frá sær. Jóannes Eidesgaard kom á ting, tá Javnaðarflokkurin vann stórsigur í 1990. Hann var landsstýrismaður, tá bæði arbeiðsloysisskipanin og samhaldsfasti vórðu sett á stovn. Hann var eisini landsstýrismaður, tá bæði Sjóvinnubankin og Føroya Banki vórðu loftaðir. Jóannes Eidesgaard var tann, sum skuldi lyfta Javnaðarflokkin uppaftur eftir stóra tapið í 1994, tá flokkurin misti helmingin av tingmanningini. Tað gekk næstan, men Javnaðarflokkurin tapti, tá tað eydnaðist nýggja Tjóðveldisflokkinum í 1998 at fáa føroyskan politikk at snúgva seg um ríkisrættarligu støðuna.
Tað slagið er helst tapt. Eydnast tað nýggju leiðsluni í Javnaðarflokkin at fáa politikk at snúgva seg um grundvirðini hjá javnaðarrørsluni, so hevur flokkurin helst eina bjartari framtíð, enn hana, sum allar veljarakanningarnar hetta valskeiðið hava spátt.











