Oddagrein í Bilblaðnum: Fyrilit og virðing skapar tryggleika

? Fram kemur hann, ið hóvliga fer, sigur eitt gamalt orð. At hetta er so satt, sum tað er sagt, kunnu vit øll samtykkjandi nikka ja til. Men kortini munnu flestu okkara á onkrum sinni hava gjørt okkum sek í ikki at virða hetta orðið

Á hvørjum ári krevur ferðslan alt ov mong mannalív ? og næstan altíð kunnu vit eftirrationalisendi vísa á, at um fram varð farið øðrvísi, hevði skaðin ikki verið so stórur.

Ferð, rúsdrekka og kleyvarskapur eru størsta hóttanin, og okkara ungdómur er størsti vandabólkurin. Seinastu tíðina hevur nógv verið røtt um, hvørt vit skulu seta eina skaðanevnd at kanna allar álvarsamar vanlukkur ? til tess at vit kunnu læra av mistøkunum, soleiðis at tey ikki verða endurtikin. Ferðslutrygd hevur ikki vunnið ljóð fyri hesum sjónarmiði ? enn, men vónandi dugir politiski myndugleikin at síggja virði í slíkum.

Tað er ein sannroynd, at vit við royndum og upplivingum best læra, hvussu vit skulu føra okkum gjøgnum vandastøður í ferðsluni. Um so var, at álvarsomu vanlukkurnar vórðu skrásettar, soleiðis at vit øll, sum ferðast í ferðsluni, kundu endurupplivað tær, høvdu vit uttan iva fingið stórt gagn av hesum.

Tað tykist tó mangan, at slíkt bara verður til tos. Hóast Ferðslutrygd í fleiri ár hevur roynt at vunnið ljóð fyri null-hugsjónini á tingi ? og hóast politiski myndugleikin hevur tikið hesa bæriligu hugsjón til sín ? so tykist boðskapurin kortini ikki heilhjartaður at treingja ígjøgnum.

Eitt annað mál, sum vit her í blaðnum hava umrøtt fyrr í ár, var at gera eina koyritekniska breyt, har vit kundu vant ymsar vandastøður í ferðsluni undir tryggum umstøðum. Bilredaktiónin hjá Sosialinum var í Noreg í januarmánaði og royndi eina slíka breyt ? sum hvør einasti bilførari í landinum eisini átti at roynt.

Men alt snýr seg um hugburð ? og um at sýna fyrilit, so vit ikki óntolnast og illneitast inn á aðrar bilførarar. Vit kundu tikið til okkum tríggjar tummilfingrareglar: Bilurin skal hava trygt vegtak, tryggja tær tí, at dekk eru í lagi og hóskandi til koyrilíkindini! Ferðin drepur, minka ferðina! Rúsdrekka drepur, koyr ikki ávirkaður!