Oddagrein·Ballið buðið?

Eftir fundin í útvarpshøllini um kreppuna og hennara orsøkir og fylgjur hevur almenna orðaskiftið verið dominerað av øllum uttan tí evni, ið har var til viðgerðar. Tað tykist sum moralsku herindini hjá Jensi av Rana og Høgna Hoydal hava størri áhuga enn tær hendingar, sum fyri 10 árum síðani elvdu til, at millum fimm og sjey túsund føroyingar flýddu av landinum undan vinnuloysi og elendigheit. Men hetta skal tó ikki forða okkum í at venda aftur til orðaskiftið.

Undir orðaskiftinum í útvarpshøllini var niðurlagið: ?Ongantíð aftur ein sætti oktober!? Men samstundis avdúkaðu nakrir av luttakarunum, at hetta ikki var heilt óhugsandi kortini. Víst var á, at vit framvegis onga trygd hava fyri, at fíggjareftirlitið ikki knappliga ein morgun møtir upp og aftur niðurskrivar virðini á húsum og virkjum. Vit hava einki fíggjareftirlit, men bert ein kaffifund millum Karsten Hansen og Thor Petersen einaferð um árið. Hetta gevur lítið innlit!

Víðari verður víst á, at skipanin við fiski-og veiðiloyvum í sjálvum sær er ódámlig og ódemokratisk. Ávísir persónar fáa loyvi at nýta tilfeingið, sum vit øll eiga og enntá fáa teir loyvi at spekulera við hesum loyvum og selja tey til okursprísir. Privatir ríka seg upp av fólksins ognum! Her má vend koma í hvørt tað so skal vera við tilfeingisrentu ella aðrari skipan, skulu vit lata liggja, men óskilið, sum nú valdar, kann ikki halda fram.

Eftir fundin hava eisini verið ávís tekin um, at herrópið Ongantíð aftur skal takast við fyrivarni. Landsbankastjórin hevur víst á krepputekin í fíggjarlógaruppskotinum. Hann mælir til at uttanlandaskulkdin verður ratað. Hví? Jú, tí farið verður helst longu koandi fíggjarár út at lána til almenna raksturin. Hann sigur ikki hví, tað kann hann av goðum grundum ikki, men orsøkin er tann harðrenda og fyrilitsleysa skerjingin av blokkinum. Her er meginrosøkin til ta fullkomuliga perspektivleysu og jánkasligu fíggjarlígina fyri 2003. Hon osar av svartskygni og ótta fyri framtíðini og hon signalerar klárt og greitt, at vit eiga ikki fyri rakstur í 2003. Hetta gevur einum varhuga av, at samgongan leggur ikki kortini á borðið. Hetta skapar ótryggleika og ótta millum manna og í vinnulívinum, og kann hetta í sjálvum sær elva til, at tað, sum ongantíð skuldi henda aftur, fer at henda kortini. Ballið tikið vera buðið, og kunnu vit takka harrðenda fíggjarpolitikkinum og blokkfundamentalistunum fyri tað!

Sosialurin