Soleiðis legði Aksel Johannesen sjógv í millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, og tað kann so ikki merkja annað, enn at ein samgonga millum hesar flokkar er útilokað næstu árini. Ein floksleiðari, sum sigur slíkt, verður tikin upp á orðið – og handlar hann í stríð við hetta, so er trúvirðið fokið.
Hóast tað í øðrum londum er sjálvfylgja, at ávísir flokkar ikki samstarva í stjórn, so hevur tað ikki verið so í Føroyum. Í Danmark hevði tað ikki komið upp á tal, at Javnaðarflokkurin og teir konservativu fóru í stjórnarsamstarv, ella Sosialistiski Fólkaflokkurin og Vinstri ella Danski Fólkaflokkurin. Har er blokkpolitikkurin púra greiður – hóast Radikali Vinstri hevur skift eitt sindur millum blokkarnar.
Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava samstarvað nógv í fleiri samgongum. Tað hendi ein broyting í 1975, tá Atli Dam skipaði samgongu millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. Hendan samgongan skrædnaði tó í 1980 eftir hálvtannað valskeið. Í áttatiárunum var kalt millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin. Tá Javnaðarflokkurin vann valið í 1984 kallaði Atli Dam valið millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin fyri eitt val millum pest og kolera. Hvørgin teirra kom í samgongu, sum tá varð skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin.
Men tá Javnaðarflokkurin vann stórsigur í 1990 kundi hann við sínum tíggju løgtingssessum skipa eina tvíflokkasamgongu saman við teimum sjey í Fólkaflokkinum. Í hesi samgongu fekk Javnaðarflokkurin hjartamál sum Samhaldsfasta og ALS framd, eins og gongd varð fingin á at fáa Landsbankan at virka.
Undir Jóannes Eidesgaard tyktist samstarvið við Fólkaflokkin at ganga væl – og tað er eisini fleiri ferðir skotið honum í skógvarnar, at tað var orsøkin til vánaligu undirtøkuna hjá Javnaðarflokkinum.
Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava fimm ferðir verið í samgongu saman. Tríggjar av teimum skrædnaðu – og Javnaðarflokkurin varð løntur við afturgongd hvørja ferð.
Um hetta er byrjanin til blokkpolitikk veldst um, hvat aðrir flokkar siga. Serliga áhugaverd verður útmeldingin frá Tjóðveldinum. Tekur flokkurin konservativt frælsi, har færri fáa nógv, fram um samhaldsfastan ríkisfelagsskap?