Hetta er ikki ein roynd at klikkja niður á miðstaðarøkið, tí ein uppsøgn er ein ólukka, óansæð hvar í Føroyum viðkomandi býr.
At 89 tímalønt fólk eru uppsøgd í Suðuroy er einki minni enn ein vanlukka fyri oynna, ið frammanundan er økið við mest arbeiðsloysi í landinum. Uppsagnirnar koma ikki óvart á nakran, ið fylgdi við, tá Framtaksgrunnurin tók ta avgerð at leggja Fiskavirking og Fiskasøluna saman. Longu tá, vóru røddir frammi um, at orsøkin var, at eliminera ein kappingarneyta til Fiskavirking, og nú gongur sjón fyri søgn.
So at siga eingin fiskur hevur verið keyptur til hesi virki, síðan samanleggingina og kann man tí hava ein illgruna um, at pengar hava fossað út úr kassanum, tí talan er um leigaðar bygningar. At hava eina fasta leiguútreiðslu og so at steðga øllum inntøkugevandi virksemi er ikki góður handilsskapur, og eigur Fiskavirking og ikki minst nevndin í Framtaksgrunninum at standa til svars fyri hetta. Tann stóri spuringurin fyri almenningin er, hvussu nógv tað hevur kostað Framtaksgrunninum at steðga eitt virksemi við sáttmálabundnum føstum útreiðslum.
At siga, at virksemið var tann reina undirskotsforrætning, hongur ikki saman, tí hvussu kundi tað so bera til, at onkur vildi gjalda knappar 50 milliónir fyri at keypa fyritøkuna, ið rak hetta virksemi? Hvussu nógv er søluvirðið á tí, sum eftir er av gomlu Fiskasøluni, eroderað uppá hesar tveir mánaðarnar uttan virksemi?
Hóast ikki so nógv verður gjørt burturúr uppsagnunum í miðstaðarøkinum, so koma tær helst at fylla eitt sindur í politiska landslagnum.
Um suðuroyartingmenn nú fara at finnast at, so eiga teir fyrst at líta aftur um bak, og hyggja hvussu teir reageraðu uppá at leiðslan á Fiskasøluni ætlaði at keypa fyritøkuna. Tá østi onkur politikari seg og onkur miðil tosaði um insidara handil uttan nakrantíð at koma við einari rættari definitión av hesum hugtaki. So hendi tað, ið Framtaksgrunnurin eftir øllum at døma hevði ætlað í eina tíð, og virkini vóru løgd saman.
Um Framtaksgrunnurin nakrantíð ivaðist í at taka av boðnum frá leiðsluni í Fiskasøluni so man reaktiónin frá ávísum suðuroyartingmonnum hava gjørt ta avgerðina lættari. Nær læra føroyskir politikarar, at viðhvørt er tann næstbesta loysnin betur enn einki at gera? Man valdi ikki at selja, tá boðið lá á borðinum, og nú standa suðringar við 89 uppsagnum og Framtaksgrunnurin stendur við einari óseldari Fiskasølu, ið er ein skuggi av, hvat hon var fyri bert fáum mánaðum síðani.
Sosialurin