ODDAGREIN: 15 ár síðani fullveldisvalið

Í gjár vóru 15 ár liðin, síðani syst­em­skiftið í føroyskum politikki, tá Tjóð­veld­is­flokkurin vann størstan sig­ur og skipaði samgongu undir An­finni Kallsberg sum løgmanni.

Fyri fyrstu ferð síðani 1966 funnu loysingarflokkarnir saman, og nú tyktiskt leyst og liðugt og loys­ingin sett á skinnarar.

Orðið »fullveldið« var ikki upp­funn­ið sum politiskt hugtak, men tann ungi sjónvarpsmaðurin, Høgni Hoydal, koyrdi hart fram í val­stríð­inum undir rakstr­ar­róp­i­num »skip­að loysing«, sum eftir val­ið bleiv til full­veldi.

Fyrstu árini gingu við at skipa leist­­in, sum varð grundfestur í hvítu­bóka­ar­beið­inum, og alt skuldi kul­mi­ner­a á 33 ára føðingardegi krún­prins­ins hin 26. mai í 2001, tá føroyska tjóðin skuldi atkøvða um at skipa Føroyar sum fullveldi – ella ikki.

Men hetta varð alt av ongum, tí løgmaður fekk kaldar føtur. Longu tá var fullveldisætlanin farin at ridla – og sæð í bakspglinum, so hendi stórt sæð ikki meira í full­veld­is­til­gongdini, sum endaliga varð jarð­að, tá løgmaður í desember í 2003 tveitti Tjóðveldi á dyr í Ting­a­nesi eftir at hann av fleiri tjóð­veld­is­fólkum varð lagdur undir ó­reið­i­lig­heit – og í ávísum føri beinleiðis und­ir at stjala.

Hyggja vit eftir valúrslitunum frá nítiárunum, so fóru stórar flytingar fram. Javnaðarflokkurin fekk ein ordans lúsing á valinum í 1994 og misti fimm av tíggju tingfólkum. Men hann kom væl við aftur á valinum í 1998, og fleiri mundu rokna við, at Jóannes Eidesgaard fór at skipa samgongu.

Tjóðveldisflokkurin fekk nógv størstu framgongina á valinum í 98, góð 10 prosent gekk flokkurin fram. Javnaðarflokkurin fór góð seks prosent fram, meðan Fólkaflokkurin fór góð fimm prosent fram. Tilsamans vunnu hesir tríggir flokkar yvir 20 prosent á valinum.

Men meðan Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin kundu umseta sína framgongd til politiska ávirkan, so varð tað til oyðimarkargongd hjá Javnaðarflokkinum, sum vardi í seks ár – til Anfinn Kallsberg tveitti Tjóðveldi á dyr.

Høvdu hesi tríggir flokkar dug­að betur at tosað saman í 1998, tá stjórn­ar­málið fylti allan tann pol­it­iska pallin, so kundi meira fingist burt­ur­úr.

Lærdómurin má so enn sum áður vera, at víðgongdu sjón­ar­mið­ini vinna ikki frama, tí má ein mill­um­loysn finnast, sum hevur annað end­a­mál, men annaðhvørt loysing ella sam­band.