Føroya Rættur hevur sett gomlu oddafólkini í kollsilgda Eik banka at møta í rættinum í komandi viku. Tað merkir, at mánadagin komandi møtast hesi í rættinum eftir fleiri árum av fyrireikingum til rættarmálið.
Tað er tó bert fyrireikandi rættarfundur í málinum, har Fíggjarligt Støðufesti hevur stevnt leiðslu og nevnd í gamla Eik banka.
Tey, sum eru stevnd eru, Fritleif Olsen og Odd Bjellvåg, fyrrverandi nevndarformenn. Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóri, og fyrrverandi stjórin Bjarni Olsen. Umframt hesar oddamenn eru eisini P/F Nota og grannskoðarin Hans Laksá stevnd í málinum.
Í januar 2018 byrjar sjálvt rættarmálið. Kringvarpið veit at siga, at tá eru 130 dagar settir av til sakarmálið hjá Fíggjarligum Støðufesti móti oddamonnunum í gamla Eik Banka.