Oddadysturin bíðar

Útsetti dysturin millum VÍF og Neistan verður ikki leiktur fyrr enn eftir nýggjár

 

Upprunaliga ætlaði Hondbóltssambandið annars at royna, at fáa dystin avgreiddan fyri nýggjár. Mánakvøldið varð støða eisini tikin um, at flyta dystin, H71-VÍF, so oddadysturin kundi verða mikukvøldið, men seinni varð hetta tó broytt.

Dysturin er nú ásettur at verða leiktur 9. januar. T.v.s. eftir at fyrstu dystirnir í grundspælinum eru leiktir.