Oddadystur hósdagin

    

Beint undan dystinum hjá Føroyum móti Belgia, leiktu hini bæði liðini í bólkinum sín fyrst dyst í kappingini.
Tey bæði liðini eru Ísrael og Letland, og her eydnaðist Ísraelittunum at vinna 29-24.
Soleiðis verður talan um oddadyst í okkara bólki hósdagin, og so kann leggjast afturat, at talan eisini er um grannauppgerð. Ísraelska landsliðið býr nevnliga á sama hotellið, sum føroyska ferðalagið.
-jm