ODDADGREIN: Mugu mýkja til semju

Tað stendur á gomlum nøglum í sam­ráð­ing­u­num millum tey fimm fak­fel­øg­ini á almenna arbeið­s­markn­að­i­num og Fíggj­ar­mál­a­ráð­ið og Komm­un­al­a Ar­beiðs­gev­­ar­a­­fel­­ag­­ið. Soleiðis er støðan í øll­um førum beint nú, vit ikki vita, um sem­ings­roynd­in røkkur ella støkkur.

Tað lønarsamráðingar eru, so er al­tíð spurn­ingurin, hvussu stór løn­ar­hækk­ingin skal vera. Men soleiðis tykist ikki bara at vera hesaferð. Sum skilst hevur Fíggjarmálaráðið lagt út við eini lønarlækking upp á trý prosent. Hetta man annaðhvørt vera eina provokatión ella í besta føri ein yvirdrivin roynd at náa ein­ari null-loysn.

Fak­feløgini hinvegin hava kravt eina løn­ar­hækk­ing u­pp á seks pro­sent. Tað er helst á sama hátt ein roynd at lyfta støðið frá teimum á­l­eið trimum prosentunum, sum onn­ur hava fingið.
Tað kann virka naivt av lands­stýr­i­num at rokna við, at fakfeløg fara at góð­kenna ein sátt­mála, sum onga løn­ar­hækk­ing hev­ur yv­ir­høvur. Hinvegin so stendur Jóannes Eid­es­gaard yvir einum skralltómum lands­kassa við einum árligum halli upp á eina slaka milliard. Og hann og hini í samgonguni ætla at hava javn­vág í á fíggjarlógini í 2015. So seint sum í síðstu viku sóu vit, at sam­gongan vil hetta so nógv, at sam­gong­u­skjalið varð sett til viks, so­leið­is at blokkstuðulin úr Dan­mark kundi hækka 400.000 krón­ur.

Men er tað rímuligt av lands­stýr­i­num at krevja, at lønirnar ikki skulu hækka – ella enn tá kanska lækka? Á privata ar­beiðs­­markn­að­i­num bar tað ikki til, so í so máta hava fakfeløgini góð kort á hondini. Hin­vegin so vita vit, at á mongum priv­atum ar­beiðs­pláss­um eru av­tal­ur gjørd­ar um lønarlækkingar – í fleiri førum er talan um stórar lækk­ing­ar, hó­ast sáttmálalønin ikki verð­ur nortin. Aðrastaðni fækk ar­beiðs­tím­ar­nar og harvið eisini løn­in.

Í seinastu kreppuni vórðu allar al­menn­ar lønir lækkaðar yvir ein kamb. Tað var helst neyðugt tá fyri at út­vega landskassanum gjaldføri. So ring er støðan ikki nú, men eyð­sæð er, at landshúsarhaldið ikki hev­ur ráð til stórar lønarhækkingar – og tí munnu reellu lønarkrøvini ikki verða størri enn tey 2-3 pro­sent­ini.

Verður verkfall, so er skjótt at rokna út, at eftir eini tveimum vik­um, so hevur landið spart ta upp­hæd­d­ina, sum hendan løn­ar­hækk­ing­in kostar – og so fer at vera klárt at skriva undir...