Oddabrak í Kollafirði í kvøld

Um tað eydnast VÍF at vinna í kvøld, ræna teir oddasessin frá grannunum úr KÍF.

Oddabrak og grannauppgerð verður í Atltantic Airways-deildini, fremstu mansdeildini hjá monnum, tá ið KÍF og VÍF bresta saman í høllini í Kollafirði í kvøld.


VÍF hevur av álvara tikið dik á seg seinastu tíðina, og við einum sigri í kvøld yvirhála teir KÍF og leggja seg á odda í deildini. VÍF hevur tó leikt ein dyst færri, men tað tykist greitt, at vinnarin í kvøld so at siga hevur tryggjað sær pláss í FM-finalunum.


Tapur VÍF í kvøld, skulu teir aftur ansa sær. Eftir dystin í kvøld hava teir nevniliga spælt tveir dystir fleiri enn liðini, sum eru aftanfyri teir, og við seks stigum til nærmasta eltaran kann tað aftur gerast vandamikið.


Dysturin byrjar kl.19.00 og in.fo fer at fylgja gongdini beinleiðis.