Ódámligt at samgongan roynir at keypa Gerhard og Páll

- Verður fæið úr niðurlagda Landsbankanum brúkt til at fíggja ein Sandoyartunnil við, er tað lyftisbrot.

Tað staðfestur Bárður Nielsen, tingmaður og formaður í Fíggjarnevndini.

 

Hann heldur harafturat, at tað er sera ódámlig mannagongd av samgonguni, at hon brúkar fæið úr Landsbankanum til at keypa Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu til at atkvøða fyri ætlanini um at lata eitt privat felag gera Eysturoyartunnilin.

 

Tað, Bárður Nielsen sipar til, er, at løgmaður hevur víst á, at nu skal takast burtur av fænum í Gamla Landsbankanum til at seta í eitt alment partafelag, sum skal gera Sandoyartunnilin. 

 

Og samstundis hava teir báðir sandoyartingmenninir, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu, gjørt heilt greitt, hvussu stóran týdning, Sandoyartunnilin hevur fyri teir, og at teir eru meiri enn vanliga freistaðir av einhvørjari loysn, sum kann slóða fyri, at hann kann gerast beinanvegin.

 

- Tað er ógvuliga ódámligt, at føra politikk á hendan hátt og at keypa politikarar fyri pengar, vit hava lova at brúka til eitt eitt heilt annað endamál.

 

- Fæið úr Landsbankanum skuldi nevniliga ikki fara til nýtslu, tað hava vit lovað, sigur Bárður Nielsen.

 

Bárður Nielsen vísir á, at tá ið Landsbankin varð niðurlagdur, lovaði samgongan nevniliga, at fæið í honum skuldi ikki fara til nýtslu, men skuldi vera partur í gjaldførinum hjá landskassanum.

 

- Men nú, bara fimm mánaðir seinni, verður longu lagt upp til at bróta hetta lyftið og at brúka fæið til Sandoyartunnilin.

 

Afturfyri at fáa Sandoyartunnilin, skulu Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu bjarga samgonguni og atkvøða fyri, at eitt privat felag gera og reka Eysturoyartunnilin.

 

Bárður Nilsen vísir á, at samgongan hevur longu stungið eina langtíðarætlan út í kortið og hevur samtykt at seta pening av til Sandoyartunnilin hesi næstu árini.

 

- Samstundis er ein bólkur við umboðum úr øllum flokkum sendur at útgreina, hvussu Sandoy og Suðuroy kunnu fáa fast samband við meginøkið.

 

Og Bárður Nielsen heldur, at samgongan skal halda seg til tað ætlanina, hon hevur lagt og lata arbeiðsbólkin gera seg lidnan, so at samferðslan kann útbyggjast eftir eini heildarætlan heldur enn at samgongan sjussar seg fram frá máli til

 

Hann vísir eisini á, at tá ið Hovstunnilin varð gjørdur, varð niðurstøðan, at hann kundi ikki verða eitt alment partafelag, tí hann hevði ongan møguleika at kasta nakað av sær.

 

- Tað hevur Sandoyartunnilin heldur ongan møguleika til og tí kann hann heldur ikki leggjast í eitt partafelag.

 

- Men verða allir tunlarnir lagdir í eitt felag, verður avkastið so mikið stórt, at tað ber til at fíggja Sandoyartunnilin við avkastinum, leggur hann afturat.