Oda sær leikirnar við øðrum eygum

Oyggjaleikir: Oda Andreasen, sum er marknaðarfólk hjá Tryggingarfelagnum telist millum tey føroysku miðlafólkini, sum eru á oyggjaleikunum á Bermuda.

 

Oda tekur nógvar myndir til facebook-vangamyndina hjá Tryggingarfelagnum. Umframt myndir frá teimum ymisku ítróttarhendingunum við føroyskari luttøku, so hevur Oda eisini vitjað kend ferðamál á Bermuda. Hvønn dag bloggar Oda eisini um sínar upplivingar á vangamyndini.

 

Ovast er ein ljóðsamrøða við Odu Andreasen.