Obert Eliasen deyður

Fríggjadagin 8. august 2003 andaðist Obert Eliasen í Fuglafirði, 80 ára gamal. Hann var sonur Hans Elias Eliasen, í Beitinum, og Pauline f. Poulsen, dóttir Mørkabóndan, bæði úr Fuglafirði. Obert, sum var elstur av systkinunum, var føddur í Fuglafirði 12. november 1922, og átti hann systrarnar Ednu (1924) og Bodhild (1926). Mamman doyði av meslingum í januar í 1929. Obert var tá gott 6 ára gamal.

Pápin, Hans Elias, giftist uppaftur við Súsonnu Olsen úr Leirvík, og fingu tey synirnar Poul (1932) og Martin (1936).
Obert giftist 13. ferbuar 1947 við Judith, f. Petersen, fødd 26. februar 1924, dóttir Sámal Petur Petersen og Julie, f. Hansen í Fuglafirði. Obert og Judith fingu børnini: Eli (1948), Julian (1950), Kirstin (1956) og Jónu (1964), umframt at tey eiga 7 ommu- og abbabørn og 4 langommu- og langabbabørn. Obert og Judith fluttu í 1949 í nýbygdu hús teirra í Fløtugerði.
Obert fór blaðungur at arbeiða hjá S.P.Petersen, fyrst sum ørindadrongur og síðani á skrivstovuni, handlinum, skipaavgreiðsluni v.m., og starvaðist har til virkið gavst mitt í sekstiárunum.
Obert fekk sær kvøldarbeiði framíhjá og byrjaði at selja vørur, sum eingin annar har á leið tá seldi, m.a. radiotól, súklur o.s.fr. Í 1956 keypti hann húsini, sum motordrivna elverkið hevði verið í, og stovnaði Ullvirkið. Maskinurnar vórðu keyptar brúktar úr Danmark. Obert gavst við Ullvirkinum í 1967 og seldi hesi húsini. Í dag eru hesi hús felagslonin hjá pensiónistafelagnum.
Obert arbeiddi eitt skifti sum kommunuskrivari í Fuglafirði, men síðan hevur hann bert havt sín egna handil.
Obert var sera íðin á mentunar- og lokalpolitiska økinum. Saman við øðrum skipaði hann fyrst í fýratiárunum fyri kvøldskúla í bókhaldi og seinni m.a. fyri meiri skipaðum handilsskúla, fyri stovnsetan av bókasavni, var ein av stovnarunum av ÍF, og var ein av rithøvundunum til "Brot úr Fuglafjarðar Søgu".
Obert hevði sera stóran áhuga í søgu, siðsøgu og ættarsøgu, og brúkti manga fríløtuna til ættargransking, yrking og málningar. Hann var fuglfirðingur við stóra F, men hevði eisini eitt sera vakið eyga út eftir og heilt út í heim.
Hann savnaði staðanøvn í Fuglafjarðar kommunu og var í nevndini, sum gav gøtunum í Fuglafirði nøvn. Tá hann sum 77 ára gamal keypti sær nýggja teldu, fekk hann sær internetsamband, hetta hevði hann stóra gleði av.
Obert krógvaði ikki, at hann var sambandsmaður og var okkurt skeiði nevndarlimur í Samhald, valfelag Sambandsfloksins í Eysturoy, og plagdi at vera stillari til Løgtings- og Fólkatingsvalini. Hann var eisini í fleiri ár bygdaráðslimur í Fuglafirði.
Av álitisstørvum hansara kunnu m.a. verða nevnd, nevndarlimur í SEV vegna Fuglafjarðar kommunu í mong ár og løgtingsvaldur stýrislimur fyri Klaksvíkar Sjúkrahús frá 1955 í útvið 40 ár, undantikið eina stutta tingsetu.

Obert yrkti fleiri sálmar og sangir. Ein av prentaðu sálmunum við jarðarferðina 12. august, Kirkjuklokkan, var ein av hansara. Eisini sang tenorurin, Hannis Hansen, í Fuglafirði, hendan sangin hjá Obert við urguspæli í kirkjuni:

Meg minnist mangan morgun,
eg undir fossi sat.
Langt burt frá øllum sorgum,
eg hugin fara lat.

Tað einasta eg hoyrdi,
var fossins javna sjóð.
Einki var sum tordi,
órógva hetta ljóð.

Um dagar kennast veikir,
far tær til fossin inn.
Ein slíkur morgun kveikir,
tær magn í sál og sinn.

Har kanst tú sita stillur,
ei hoyra verðins larm.
Um fossur rennur villur,
tær unnast við hans barm.

Obert Eliasen