Nú tann amerikanska rúmdarferjan Atlantis er á síni seinastu ferð, hevur Barack Obama, forseti, kunngjørt, at hann hevur givið rúmdarfyrisitingini NASA boð um at fyrireika eina mannaða rúmdarferð til gongustjørnuna Mars. Sambært forsetanum er tíðin komin til at royna nýggj mørk.
Í 2006 fór NASA undir at menna rakettir og rúmdarskip, sum skuldu koma ístaðin fyri rúmdarferjurnar, og sum skuldu flyta fólk út á Mars. Men í 2010 gjørdi Obama av at steðga fíggingini til verkætlanina, tí hon varð mett at vera alt ov dýr.
Tá Atlantis kemur aftur á jørðina um hálva aðru viku, er tað samstundis endin á hesum slagi av rúmdarferðum, sum hava vart í 30 ár.








