Obama vann í Mississippi

Barrack Obama vann greiðan sigur á uppstillingarvalinum hjá demokratunum í Mississippi í gjár Tá 99 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Barrack Obama fingið umleið 60 prosent, og Hillary Clinton hevði fingið 38 prosent.

Tað var væntandi, at Obama fór at vinna í Mississippi, tí tey svørtu eru ongastaðni so væl umboðað í USA sum júst har. Umleið ein triðingur av fólkinum í Mississippi eru eftirkomarar hjá svørtum trælum.

Í Mississippi vóru 33 valmenn at kappast um. Sambært AP høvdu Barrack Obama og Hillary Clinton tryggjað sær ávikavist 1579 og 1473 valmenn undan valinum í gjár.